Venjaratoymið hjá U9-dreingjum er nú fullmannað. Tað verður Niels Petersen ið kemur at vera høvuðsvenjari, og afturat sær hevur hann fingið Eyðun Mørkøre, Búi Dalsgarð, Óla Hendrik av Fløtum, Tóra W. Rasmussen og Rók av Fløtum Jespersen (vantar á myndini).
Tær fyrstu vikurnar venja dreingirnir tvær ferðir um vikuna, týs- og hósdag kl. 16:30 – 17:30. Men í mars mánað verða nýggjar venjingartíðir, har ætlanin er at venja tríggjar ferðir um vikuna.
Allir dreingir, ið eru føddir í 2011 og 2012, eru vælkomnir at møta til venjing.