Uttanduravenjing fyri U11-gentur

Nú er tíð at byrja aftur á grøna vøllinum, og verður tað í morgin, týsdagin 13. februar 2024 kl. 17.00

Fyrstu vikurnar verður bert ein útivenjing, inntil hondbólturin er liðugur í mars mánað. Tó hava genturnar møguleikan at venja futsal 2 ferðir um vikuna, umframt útivenjingina.

Hetta merkir, at genturnar frá einafer í mars mánaða, hava møguleika at venja 4 fótbóltsvenjingar um vikuna. Minnist til, at hetta er eitt tilboð – eitt frálíkt tilboð – sum einans skal síggjast sum ein møguleiki fyri at menna førleikarnar hjá gentunum.

Hóast røddir eru frammi um, at ymiskar ítróttargreinar krevja ov nógv av børnunum, so skal her sláast fast, at vit vilja bert geva gentunum eitt frálíkt TILBOÐ. Her hava genturnar, ið veruliga vilja mennast og í løtuni hava fótbólt sum sítt yndis frítíðarítriv, møguleika at fáa 4 góðar venjingar um vikuna, samstundis sum tær, sum vilja hugna sær við fótbólti, kunnu venja tey tíðspunktini, sum passa teimum best. Her er pláss til øll!

Venjingartíðirnar eru hesar:

  • Mánamorgun kl. 06.30 – 07.30 futsal í Høllini á Hálsi
  • Týsdag kl. 17 – 18 á Niðaravølli
  • Mikudag kl. 14-15 futsal í Høllini á Hálsi
  • Hósdag kl. 17-18 Niðarivølli (Byrjar í mars – sagt verður frá nær hesin tímin byrjar)

Venjaratoymið í 2024 er John Eystberg (høvuðsvenjari) tel 548745, Jens Erik Rasmussen (høvuðsungdómsvenjari – tekur sær fyri tað mesta av futsal venjingunum) – tel 532639.

Umframt hesar báðar, so koma Rasmus Nolsøe og Magnus Jakobsen at hjálpa til við útivenjingunum.

Vónandi koma fleiri onnur at hjálpa til eisini.