U21-mennirnir eru steypavinnarar 2022!
Steypið kom í hús eftir ein 2-0 sigur á EB/Streymi. Okkara løgdu út sum eitt ódnarveður, og longu í 3. minutti skoraði Rani Sørensen til 1-0. Og bara tríggjar minuttir seinni avgjørdi Leivur Guttesen í roynd og veru dystin, tá hann skoraði til 2-0.
Hóast onkrar støður vóru, komu okkara ongantíð undir veruligt trýst. Ímóti endanum spenti EB/Streymur álopsbogan, og tað gav pláss til nakrar umstillingar. Og var tað ikki fyri ein vælspælandi málmann í EB/Streyma málinum, kundu sigurin, við eitt sindur av hepni og neyvleika, verði størri.
Men fleiri mál komi ikki, og U21-mennirnir kundu lyfta steypið í regninum á Tórsvølli.