Okkara U21 menn hava møguleika at endurvinna steypakappingina, eftir at teir í gjár spældu seg í finaluna. Hálvfinalan var ímóti oddaliðnum í landskappingin, NSÍ, og varð spæld Gundadali. Dysturin endaði 2-1 til okkara, og málini skutu Martin Hjaltalin Dam og Villiam Emil Klein. NSÍ minkaði um munin í yvirtíðini.
Mótstøðuliðið verður Skála, sum vann á AB eftir brotsparkskapping. Finalan verður á Tórsvølli 20. september.