Sum tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð, skal U19 spæla við í fremstu europeisku kappingini fyri ungdómslið, UEFA Youth League.
Lutakast hevur verði til 1. umfar í UEFA Youth League, og mótstøðuliðið hjá okkum verður meistaraliðið úr Luxembourg, FC Progrès Niederkorn. Eins og Føroyar luttekur Luksembourg fyri fyrstu ferð.
Heimadysturin verður spældur á Tórsvølli mikukvøldið 18. september kl. 19, meðan returdysturin verður í Luksembourg 2. oktober, somuleiðis kl. 19 lokala tíð.
Um tað eydnast okkum at koma víðari, verður mótstøðuliðið danska FC Midtjylland.
Hetta er fyrstu ferð, at øll limalond í UEFA sleppa at luttaka í Youth League. Áður hava bert nr. 1 til 32 á UEFA styrkilistanum luttikið.