U16-genturnar føroyameistarar

Við einum 4-0 sigri móti Víkingi leygardagin tryggjaðu U16-gentur okkara sær FM-heitið. Málini í avgerðandi dystinum skoraðu Silja Trier Ragnarsdóttir 2, Lý Djurhuus Gray og Solveig Turið Ripley.

Menningin hjá U16-liðnum hevur verið sera góð. Tær eru altíð hugagóðar til venjing, og eru als ikki bangnar at hjálpa til við at venja yngri lið. Hesar genturnar hava verið, og eru, fyrimyndarligar.

Tí er tað so sera gleðiligt at tað gongur teimum so sera væl. Vit gleða okkum framhaldandi at fylgja gongdini hjá tykkum.

Hjartaliga til lukku við FM!

Tær, ið manna liðið:
Bára, Mira, Anita, Solveig, Marta, Emilia, Jutta Helena, Sesilia, Elsa Kathrina

Ró, Lý, Marita, Tóra, Maia, Una, Ronja, Silja