Ósigraðir føroyameistarar

Farna vikuskiftið varð síðsta umfar í FM-bólkinum hjá U13-dreingjunum spælt. HBa bleiv føroyameistari – uttan at tapa nakran dyst.

HB hevði tvey lið, ið luttóku í FM-bólkinum. HBa og HBb. Undan síðsta umfari var HBb í tættari kapping við B36a og KÍa um at vinna bronsuna. Men til sjeynd og síðst blivu HBb júst ov stuttir til bronsuna.

Adolfo og Gianni hava hjálpt við venjingum hjá dreingjunum týsdagar. Hetta hevur verið stuttligt og læruríkt fyri dreingirnar og hevur eydnast væl. Og teir komu eisini framvið at heilsa uppá dreingirnar at ynskja teimum til lukku.

Tað er sera gott fyri samanhaldið í felagnum, at venjarnir hjá Betri-liðnum eisini geva sær stundir at venja yngru liðini.