Ungdómsnevndin hjá HB hevur longu gjørt klárt til 2019. Felagið er sera væl nøgt við gongdina í 2018, og tí verður hildið fram við sama leisti, og bygt verður eisini oman á til komandi ár.
Jan Mølvad Laursen heldur fram sum høvuðsungdómsvenjari, og longu nú eru høvuðsvenjarar í ymisku árgangunum settir á bæði gentu- og dreingjasíðuni.
Fleiri hjálparvenjarar verða eisini knýttir at ymisku árgangunum.
Í 2018 hevur HB eisini havt fysiska venjing fyri ungdómsleikarar frá U15 og uppeftir. Framyvir verður skipað fysisk venjing frá U13 og uppeftir við tveimum fysiskum venjarum.
Eisini verður skipað málmansvenjing partur av tilboðum til ungdómsleikarar, og aðrar servenjingar verða eisini á skránni. Millum annað fer Adrian Justinussen at standa fyri serligum skotvenjingum.
Seinnu hálvu í 2018 hevur HB eisini havt fysioterapeut knýttan at ungdómsdeildini, og ætlanin er at halda fram við hesum komandi ár.
Vetrarvenjingin byrjar nú og vit gleða okkum longu til komandi ár.
(Onkrir venjarar mangla á myndini)