Hava bíðað í eitt ár

Tað er næstan eitt ár síðani, at U19-dreingirnir tryggjaðu sær luttøku í ársins UEFA Youth League, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð. Luttøkan bleiv tryggjað, tá teir vunnu føroyameistaraheitið fyri U17-dreingir í 2023.

Nú er tíðin so endiliga komin, at fyrsti europeiski dysturin skal spælast. Hann verður ímóti meistarunum úr Luksembourg, FC Progrès Niederkorn.

Ein av miðverjunum á U19-liðnum, Erlendur Háfoss, er sum vera man sera spentur.

– Hetta er sera stuttligt. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð at eitt føroyskt lið er við í Youth League, so vit eru sera spentir. Vit hava bíða í næstan eitt ár, síðani vit vunnu FM í U17. Tað verður spennandi at sleppa ein túr til Luksembourg, men fyrst og fremst gleða vit okkum at spæla frammanfyri okkara egnu áskoðarum á Tórsvølli. Og tað hevði verið ordiliga stuttligt, um nógv komu at stuðla okkum.

Dysturin verður á Tórsvølli mikukvøldið 18. september kl. 19.00, og tað er ókeypis atgongd.