Aftast frá vinstru: Jan Otto S. Holm (venjari), Sára Berg á Lag, Bára Tórálvsdóttir Poulsen, Lý Gray Djurhuus, Ró Reginsdóttir, Joan Johannesen, Mira Bendix Laursen, Anna Stórá Carlsen, Rakul Christiansen, Ró Gray Djurhuus, Magnus Jakobsen (venjari)
Standandi frá vinstru: Eyðvør Jakobsen (venjari), Marta Østerø, Fjóla Skaalum Vilhelm, Anita Dahl, Borghild Debes Dánialsdóttir, Marjun Kristina Jansdóttir, Helena Dahl Magnusardóttir, Tóra Lutzen, Kristvør N. Thomsen
Sitandi frá vinstru: Maria Dahl Eystberg, Katrin Hansen, Fríða Magnusardóttir Jakobsen, Silja Geirsdóttir Eystberg, Judith B. S. Bech, Bára Eliasen, Lea Tórarenni Johannesen, Elida Joensen
12. oktobur endaði kappingarárið hjá okkara U13-gentum. Genturnar hava verið óførar. Tær hava vant tríggjar ferðir um vikuna, og til hvørja venjing hava 25-30 fegnar og spentar gentur trúðliga møtt upp. Samanhaldið millum genturnar hevur verið framúr gott. Tær hava havt tað stuttligt, og hava av sonnum ment seg sum leikarar. Sostatt eru nógv mál rokkin í ár. Framtíðin er bjørt viðvíkjandi kvinnufótbólti hjá HB.
Sum einasta felag í landinum, hava vit havt 3 lið í landskappingini og 2 lið í steypakappingini. Steypakappingina vann HBa sannførandi mikudagin 18. septembur. Hetta varð fyrstu ferð, at FSF skipar fyri steypakapping fyri U13-gentum, og av tí at vit vunnu, hava genturnar hjá HB skrivað seg í søgubøkurnar.
Nú landskappingin eisini er liðug, kunnu vit fegnast um, at HBa eisini gjørdist føroyameistari og harvið greipuvinnari. HBb gjørdist nummar 2 í sínum bólki. Tær gjørdust júst ov stuttar, men her skal leggjast til merkis, at HBb leikti móti sterkastu liðum hjá øðrum feløgum, so hetta var eisini avbera gott úrslit hjá HBb. HBc vann sín bólk. Røsku genturnar á HBc liðinum vunnu á fleiri b-liðum so teirra avrik var eisini sera gott.
Takk fyri í ár og vit gleða okkum longu til næsta ár.