Hendrik Lamain Rubeksen verður venjari hjá okkara U7-dreingjum. Hendrik var í mong ár partur av okkara besta mansliðið, og var eitt skifti eisini á landsliðnum.
Allir dreingir føddir í 2013 og 2014 eru vælkomnir at venja við. Vant verður hósdagar kl. 17:30 á Niðara Vølli.
Eingin venjing er í løtuni vegna heilsustøðuna í landinum, men kunnað verður so skjótt venjingin er klár at byrja aftur.