UEFA Youth League

Sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð, skulu okkara U17-dreingir spæla við í UEFA Youth League.

Føroyar fingu í fjør tillutað eitt pláss í fremstu europeisku ungdómskappingini, UEFA Youth League. Føroyameistaranir hjá U17-dreingjum skulu luttaka, og sum kunnugt endaðu okkara U17-dreingir sum Føroyameistarar í 2023.

Kappingin er skipað soleiðis, at tey feløg, sum hava spælt seg í Champions League við monnum, automatiskt fáa sítt ungdómslið við í Youth League. Umframt hesi, eru tað so meistararnir í teimum ymsu U17-kappingum í Europa, sum sleppa at luttaka.

Okkara byrja í 1. undanumfari, og lutakastið verður í Nyon týsdagin 3. september. Talan er um ein heimadyst og ein útidyst, sum verða spældir ávíkavist 18. september og 2. oktober.

Umframt at hetta verður ein spennandi avbjóðing fyri okkara ungu spælarar, er hetta eisini eitt givið høvi at knýta sambond við onnur feløg í Europa, og síggja, hvussu tey skipa sítt ungdómsarbeiði.