Gott steypahál

Í vikuskiftinum vóru seinast steypafinalurnar í ungdómsdeildini spældar. Lagt var fyri fríggjakvøldið, tá U13-dreingirnir tóku ímóti KÍ. Okkara dreingir lótu ongan iva vera, og vunnu trygt 6-0. Dagsins leikari var Dánial Mørkøre.

Síðani kom túrurin til U18-genturnar. Her var heldur eingin ivi, og okkara vunnu ein tryggan 4-1 sigur á Víkingi. Dagsins leikari var Lea Tórarenni.

Leygardagin var lagt upp til eina spennandi finalu hjá U15-gentunum, tá nr. 1 og nr. 2 í landskappingini brustu saman. Okkara gentur liggja á fremsta plássinum við fullum stigatalið, meðan FC Hoyvík liggur nr. 2. Men spenningurin var ikki til at fáa eyga á, og okkara gentur vunnu heili 6-1. Dagsins leikari gjørdist Ró Reginsdóttir.

Harvið hava vit vunnið allar fýra steypafinalurnar, sum vit hava luttikið í, í ungdómsdeildini.

Vit ynskja øllum steypavinnarunum hjartaliga til lukku.