Nýggj heimasíða

Sum tann gløggi lesarin allarhelst hevur lagt til merkis, hava vit fingið nýggja heimasíðu. Síðan er ment og sniðgivin av Nudlavirkinum, við góðari hjálp frá góðum kreftum úr HB. Nýggja síðan hevur eitt meira nútíðarkent snið, og er eisini responsiv. Hetta merkir at hon tillagar seg eftir skermstøddini, sum ger at hon er lættari at nýta á eitt nú fartelefonum. Tí verður tað enn lættari at kunna seg um viðurskifti í HB.

Innihaldið á síðuni er tað sama sum áður, tó at valmyndirnar eru broyttar eitt sindur. Hetta skal gera tað lættari at finna runt á síðuni. Millum annað er fríðka um vælvitjaða dystaryvirlitið, somuleiðis sum tað er flutt longur fram. Vit vóna at tit taka væl ímóti nýggju síðuni, og fara at nýta hana sum tykkara fremstu keldu, tá tað snýr seg um viðurskifti í HB.