Enn ein spennandi leikari legst afturat Betri-kvinnum. Talan er um 18-ára gomlu Jakobinu Bergsdóttir, sum kemur úr Skála ÍF. Jakobina spældi sín fyrsta dyst í Betri-deildini longu í 2022, tá hon umboðaði felagsliðið EB/Streym/Skála. Síðani tá hevur hon verið millum stuðulsleikararnar,
Miðvallarin Súsanna Laksáfoss Godtfred flytur eitt vet longur norð og verður partur av hópinum hjá Betri-kvinnum. Súsanna er 18-ára gomul. Hon er miðvallari og kemur úr B36. Hon hevur spælt 32 dystir fyri besta kvinnuliðið har, har hon eisini hevur skotið
Fyrst í august byrjar Betri-deildin við kvinnum aftur. Við 3. plássi í grundspælinum tryggjaðu okkara sær pláss í FM-endaspælinum. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 3. august, og kappingin endar fríggjadagin 10. oktober. Liðini í FM-endaspælinum eru, umframt HB, KÍ, NSÍ og Víkingur. Í
Teresa Jacobsen er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið. Vit hittu hana stutt áðrenn fráferð.
Kvinnurnar eru komnar víðari í steypakappingini uttan at spæla. Tær skuldu upprunaliga møta FC Suðuroy í 1. umfari. Men av tí at FC Suðuroy hevur tikið liðið úr kappingini, fara okkara víðari uttan dyst. Í fjórðingsfinaluni møta tær NSÍ. Tann dysturin verður
18-ára gamla Teresa Jacobsen er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið. Hóast sín unga aldur er hon ein av stuðulsleikarunum hjá Betri-kvinnum, og hevur longu spælt 79 dystir á besta liðnum. Í landsliðshøpi er hon heldur ikki óroynd. Hon hevur spælt
Lý, Lisa, Fríða, Teresa og Borghild eru í hesum døgum við U19-landsliðnum til EM-undankapping í Moldova. Fyrsti dysturin ímóti vertstjóðini endaði við stórsigri til Føroyar. Heili 7-0! Næsti dystur verður fríggjadagin 4. apríl ímóti Kýpros, og seinasti dysturin á hesum túrinum verður
Í apríl fer føroyska A-landsliðið við kvinnum undir nýggja UEFA Nations League kapping. Fyrstu dystirnir eru á heimavølli ímóti Moldova og Gibraltar, og teir verða spældir ávíkavist 4. og 8. apríl. Millum tær 20, sum eru úttiknar, eru Rúna Jacobsen og
Kvinnurnar møta FC Suðuroy í 1. umfari av steypakappingini. Tann dysturin verður spældur mikudagin 21. mai. Megna tær at spæla seg víðari, skulu tær møta greipuvinnarunum úr NSÍ í fjóðringsfinaluni. Tann dysturin skal so spælast mikudagin 18. juni. Landskappingin hjá kvinnunum byrjar
A-landsliðið við kvinnum setur hol á eina nýggja UEFA Nations League kapping um smáar tríggjar vikur. Fyribilsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, hevur sent boð eftir Gunnvá, Rúnu og Fridrikku til dystirnar móti Slovakia og Gibraltar. Báðir dystirnar eru á útivølli. Fríggjadagin 21.











