Tíðindi

Tríggjar gullnálir

Á ársveitsluni fingu Ása, Ári og Rúna handað gullnálir, nú tey hava spælt 100 landskappingardystir fyri HB.

Heini ársins ungi spælari

Føroya bestu fótbóltsspælarar vóru heiðraðir til tiltakið “Ársins spælari”, sum var á Hotel Hilton. Tað eru FM1 og Portalurin, sum skipa fyri tiltakinum. Ein heiður fall í okkara, og tað var heiðurin sum “Ársins ungi spælari”, sum Heini vann. Heini hevur

Vælkomin, Tróndur

17-ára gamli Tróndur Sjúrðarson er fyrsta tilgongdin til komandi kappingarár. Hann hevur undirskrivað sáttmála til og við 2028. Málverjin spældi í fjør við FC Suðuroy, har hann, hóast sín unga aldur, spældi 7 dystir í Betri-deildini. Harumframt hevur hann spælt 9 landsdystir

Vælkomin heim, Allan

Eftir trý ár í útlegd kemur Allan Dybczak heim aftur í HB-húsið, har hann fer beint í ein vælkendan leiklut – sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum. Ein leiklut, sum hann fer at røkja til og við 2028. Við sær hevur hann Petur

Tvey ár afturat við Jónasi

Evnini hjá Jónasi Samuelsen hava altíð verið eyðsæð. Men eitt álvarsligt beinbrot í 2023 helt hann uttanfyri í rúma tíð. Nú er hann aftur á vøllinum og hevur longt sáttmálan við tveimum árum.

Elin og Mikala á WU16

Elin Elmelund Hansen og Mikala Johannesen eru úttiknar til U16-landsliðið við gentum. Tær fara á venjingarlegu í Danmark í november, har venjingardystir eisini eru á skránni. Tað er altíð hugaligt, tá okkara ungu og evnaríku leikarar sleppa at royna seg á landsliðum,

Rúni Kjærbo til 2027

Rúni hevur undirskrivað nýggjan tvey-ára sáttmála við barndómsfelagið. Hann fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2024, men ein skaði áðrenn kappingarbyrjan í ár gjørdi, at hann hevur sitið uttanfyri alt 2025. Men nú er hann við at koma seg

Súkkla fyri ungdómsdeildina

Leygardagin 8. november verður skipað fyri stuðulssúkkling til frama fyri ungdómsdeildina. Súkkla verður í Burn kl. 14-16. Hevur tú hug at súkkla? Ring 552222 Tey, ið ynskja at stuðla, kunnu flyta eina upphædd á konto nr. 9181-156.35.90

Jógvan við fyrsta sáttmálanum

17-ára gamli Jógvan í Lon hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála. Evnaríki bakkurin var partur av FM-vinnandi U17-liðnum í ár, umframt at hann spældi nakrar dystir í 2. deild. Sáttmálin er galdandi til og við 2027.

Meistaravenjarin heldur fram

Høvuðsvenjarin hjá U17-dreingjunum, Gunnar Nielsen, verður eisini á síðulinjuni hjá dreingjunum í 2026. Gunnar tók við sum venjari hjá U17, saman við Tróndi Jensen, áðrenn kappingarbyrjan. Í fyrri hálvu vóru úrslitini ikki við liðnum, men har vóru glottar at hóma. Eftir summarsteðgin