Tíðindi

Fyrsta tilgongdin

Danin Oliver Klemensen er fyrsta tilgongdin til Meistardeildarhópin við monnum. Hann er 20-ára gamal miðverji, sum farna kappingarár spældi við 07 Vestur. Hann spældi 26 av 27 landskappingardystum og var tann leikarin hjá 07 Vestur, sum spældi flestar minuttir. Fótbóltsuppvøksturin hevur hann

Hans verður málmansvenjari

Í 2013 var Hans Jørgensen við til at vinna føroyameistaraheitið við HB. Nú, 13 ár seinni, er hann aftur í reyðum og svørtum – hesaferð sum málmansvenjari hjá besta mansliðnum. Hans hevur verið málmansvenjari í B36, men nú gongur leiðin norður

Ársins leikarar 2026

Á ársveitsluni vórðu ársins leikarar fyri kappingarárið 2026 kosnir. Hjá monnum: Heini Sørensen Noah Mneney Per Magnus Steiring Hjá kvinnum: Julia Naomi Mortensen Brá Zakariasardóttir Silja Trier Hjartaliga tillukku øll somul!

Limafundur fyri allar HBarar

Í kvøld, 5. november kl. 19, verður limafundur í HB-húsinum. Limirnir eiga felagið, og tí eiga tit eisini at vita, hvat gongur fyri seg í HB. Fyri at tryggja tykkum neyðuga opinleikan vil nýggja nevndin tí greiða tykkum frá um arbeiðið

Elisabet nýggjur fysiskur venjari

Elisabet Vang verður komandi tvey árini fysiskur venjari hjá besta mansliðnum hjá okkum. Elisabet er eitt kent andlit í føroyskum fótbólti. Fyrst sum spælari og seinni sum fysiskur venjari, har hon hevur arbeitt saman við Mikkjali í bæði KÍ, Fredrikstad og

Grazie mille, Gilberto!

Eftir nøkur minnisrík ár í reyðum og svørtum er tíðin komin at siga farvæl við Gilberto. Hann hevur verið við til at skriva sín part av søguni í HB, vunnið steyp og sett síni spor – bæði innanfyri og uttanfyri vøllin. Nú

– Tað er her hjartað er

Verjuskansin og liðskiparin, Bartal Wardum, heldur fram í barndómsfelagnum í minsta lagi tvey ár afturat. Hann telist millum mest royndu spælararnar í hópinum, og hann er eisini tann spælarin í hópinum, sum hevur spælt flestar dystir fyri felagið – 317 fyri

Takk fyri hesi 14 árini

Góða Elmi – takk fyri hesi 14 árini og yvir 300 dystirnar, sum tú hevur spælt við besta liðnum hjá HB! Vit vóna at síggja teg her í Gundadali komandi ár, hóast tú nú setir gaggurnar á hillina. Í 14 ár hevur

Silvur til kvinnurnar

Leygardagin leiktu kvinnurnar seinasta dystin í ár. Hetta hevur verið eitt turbulent ár – við venjaraskifti, skaðum og fráflyting – men kortini hava okkara ligið í oddinum alla kappingina og verið við til at myndað kappingarárið við góðum fótbóltsspæli og røttum

Ungdómsvenjararnir havt endatiltak

Herfyri var árliga endatiltakið hjá venjarum í ungdómsdeildini hjá HB. Byrjað var í HB húsinum, har borðreitt var við onkrum góðum fyri tostan. Mikkjal Thomassen stakk inn á gólvið og heilsaði uppá – og greiddi eitt sindur frá sínum arbeiði og royndum. Hann