Miðverjin Samuel Johansen Chukwudi er seldur til finska felagið SJK Seinäjoki, sum spælir í bestu finsku deildini. Samuel er farin til Finnlands, og sáttmálin er undirskrivaður. Fíggjarligu viðurskiftini verða ikki almannakunngjørd. Vit ynskja Samuel alt tað besta í framtíðini, og eru eisini
Næstseinasta dag í árinum fór okkara kæri Heri um sýn 99 ára gamal. Hóast havnamaður við stórum H, so var Heri ongantíð virkin sum leikari hjá okkum, men bleiv í búnum aldri sera virkin í okkara felagsskapi, hetta – hóast hann
Í ár er fýrverkssølan skipað eitt sindur øðrvísi. Bíleggingaseðlar skulu heintast í HB-húsinum, og fýrverkið verður útflýggja á goymsluni á Hoyvíksvegi 63. Tað er bygningurin, har Waag Bilar hildu til fyrr. Fýrverkssølan er opin soleiðis: 28. desember – kl. 10-20 29. desember –
Noah Mneney, sum varð leigaður úr Bryne í summar, flytur nú permanent í Gundadal. Avtala er gjørd við Bryne um at vit keypa Noah leysan úr sáttmálanum. Upphæddin verður ikki almannakunngjørd. Noah hevur undirskrivað sáttmála til árslok 2027. Eftir eina varliga byrjan
Tekniskt dugnaligi miðvallarin, ið fekk sítt gjøgnumbrot í ár, hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við barndómsfelagið. Leivur hevur verið partur av besta og næstbesta liðnum í nøkur ár, men tað var ikki fyrr enn í ár, at hann veruliga beit seg fastan
Toymið hjá kvinnunum til komandi kappingarár er sett. Lukasz er høvuðsvenjari hjá Betri-kvinnum, og afturat sær hevur hann fingið John Eystberg sum hjálparvenjara. Kristoffur Vidtfeldt og Silja á Borg Færø fara at taka sær av 1. deild kvinnum, har Kristoffur verður
Leygardagin 21. desember kl. 12-16 verður vikuliga HB-kaffi uppstigað til brunsj. Prísurin er 100 kr., og neyðugt er at tekna seg frammanundan. Seinasta freist at tekna seg er mikudagin 18. desember kl. 18.00. Freistin at tekna seg er farin. Øll eru vælkomin.
Aftur í ár selja vit árskort fyri serprís. Til og við 22. desember kosta árskortini 500 kr. Hetta er ein sparing á 62% í mun til um tú keypir vanligt atgongumerki til hvønn einstakan dyst. Eftir 22. desember kosta árskortini 1.000
Týskvøldið 10. desember kemur Jóhanna Fossdalsá Sørensen, sum júst er kosin Ársins Talent 2024 í Danmark, at venja saman við okkara U11-, U13- og U16-gentum á Tórsvølli. Jóhanna hevur spælt við HB í sínum barna- og ungdómsárum. Sum 13-ára gomul flutti
Í januar og februar verður árliga venjingarkappingin VFF Cup hjá monnum. Fyrsta umfar verður leygardagin 18. januar, og finaluumfarið verður ein lítlan mánað seinni, leygardagin 15. februar. Skráin sær soleiðis út: Leygardag 18. januar – EB/Streymur-HB Leygardag 25. januar – HB-NSÍ Leygardag 1. februar











