Tíðindi

Ein legenda takkar fyri seg

Liðskiparin og metmaðurin Teitur gevst við fótbólti fyri at raðfesta familjuna. Ein stór yrkisleið er komin at enda, nú vit við sorgblídni kunngerða, at Teitur Matras Gestsson gevst við at spæla fótbólt. Í meira enn eitt áratíggju hevur Teitur verið ímyndin av

Welcome, Marley

Bretski vongurin Marley Blair verður nýggjur maður í hópinum. Sáttmálin er galdandi fyri 2025. Marley er høgrabeintur vongur, sum fyri tað mesta hevur spælt í vinstru síðu. Hann spældi í fjør við AB, har hann skjeyt 11 mál í 21 dystum.

Gunnar og Tróndur venja U17

Tað verða Gunnar Nielsen og Tróndur Jensen, sum fara at hava ábyrgdina av okkara U17-dreingjum í ár. Báðir hava drúgvar royndir á vøllinum, og nú standa teir fyri fyrstu ferð á síðulinjuni og dirigera. Báðir eru uppvaksnir í felagnum, og Tróndur

Ársaðalfundur 2025

Kallað verður inn til ársaðalfund í Havnar Bóltfelag týskvøldið 4. februar 2025 kl. 20 í HB-húsinum. Dagsskrá: Frásøgn formansins frá farna árinum Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum Val av roknskapargrannskoðarum Innkomin mál Ymiskt Nevndin

Byrja við grannauppgerð

Leikskráin hjá kvinnunum er klár, og tær byrja við grannauppgerð mikukvøldið 19. mars. Eins og í fjør er kappingin hjá kvinnunum skipað við grundspæli og endaspæli. Liðini møtast tvær ferð í grundspælinum, og síðani verða liðini býtt í tveir bólkar. Fýra

Áki til Norra

Áki Samuelsen er seldur til norska felagið Ranheim, sum spælir í næstbestu deildini. Áki hevði sítt besta kappingarár í fjør, og dygdirnar hjá honum hava tey eisini lagt til merkis í Norra. Við 12 málum í Betri-deildini gjørdist hann toppskjútti hjá

Sleptir á gras(líki)

Eftir at hava vant inni í Stimburhøllini síðani desember, vóru Betri-menn aftur á graslíkinum týskvøldið. Nøkur nýggj, og fleiri kend, andlit vóru at síggja. Allir teir nýtilkomnu vóru har, umframt nakrir aðrir, sum enn ikki hava sáttmála við nakað felag. Seks dystir

Mennirnir byrja heima

Leikskráin fyri Betri-deildina hjá monnum 2025 er klár, og vit spæla ársins fyrsta dyst á heimavølli ímóti B68. Tann dysturin verður spældur fríggjakvøldið 7. mars. Serliga mai mánið sær harður út, tá fimm landskappingardystir eru á skránni. Tá møta vit NSÍ

Tervetuloa, Tero

Tero Järvenpää er settur sum fulltíðar málmansvenjari. Hann verður partur av venjaratoyminum hjá Betri monnum og hevur eisini ábyrgd av málmansvenjing hjá Betri kvinnum, 2. deild monnum, umframt ungdómi frá U15 og eldri. Tero er 45-ára gamal og er úr Finnlandi. Sum

Silas nýggjan sáttmála

Silas Bjarnason Joensen hevur sett undirskriftina á nýggjan sáttmála, sum bindur hann til felagið til og við kappingarlok 2026. Ungi bakkurin, sum er uppvaksin í felagnum, var tvær ferð á dómaraseðlinum í fjør, tó uttan at verða skiftur inn. Hann vann