Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt at lið í Betri deildini hjá kvinnum og monnum, umframt 1. deild hjá monnum, kunnu byrja at venja aftur við fullum hópi frá mánadegnum 20. apríl. FSF og Koronaráðgevingin hava orðað eitt tilmæli, um hvussu venjingar
Ringa veðrið heldur fram at herja landið. Tí er avgerð tikin um, at útseta Stórsteypadystirnar enn eina ferð. Nýggju dagfestingarnar eru hesar: Betri-menn: týskvøldið 3. mars kl. 19:00. Betri-kvinnur: leygardagin 14. mars. kl. 16:00. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli.
Vegna ringa veðurforsøgn eru Stórsteypadystirnir, bæði hjá kvinnum og monnum, fyribils útsettir til sunnudagin 1. mars. Eftir ætlan spæla kvinnurnar sunnudagin kl. 12:30 og mennirnir kl. 15:30. Somuleiðis eru tiltøkini, sum skuldu vera í HB-húsinum í samband við dystirnar, avlýst. Um ikki
Mánadagin 9. mars skal føroyska A-landsliðið hjá kvinnum spæla venjingardyst ímóti Estlandi. Landsliðsvenjarin, John Petersen, hevur úttikið 20 leikarar til dystin, har ímillum fýra úr HB. Tær eru: Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen Sara Samson Lamhauge Sarita Maria Mittfoss Julia Naomi Mortensen Hetta er síðsti venjingardystur, áðrenn
Nú kappingarárið 2020 stendur fyri durum, vilja vit fegin síggja allar HBarar í HB-húsinum leygardagin 29. februar í sambandi við Stórsteypadystirnar hjá kvinnum og monnum. Vit lata dyrnar upp kl. 15, tá vit bjóða ein ókeypis kaffimunn við onkrum leskiligum afturvið.
Eftir at Christopher Harrington fyri stuttum gavst sum venjari hjá Betri-kvinnum, hevur felagið gjørt skjótt av og funnið ein avloysara. Og talan er um eitt kent navn, tí vit hava í dag gjørt sáttmála við Kára Reynheim, um at standa
Samstarvið millum íran Christopher Harrington og HB er endað – áðrenn tað rættuliga kom í gongd. Harrington varð settur sum høvuðsungdómsvenjari og venjari hjá okkara Betri kvinnum, og kom til Føroya beint eftir nýggjár. Arbeiðsloyvi hansara var ikki klárt og
Betri Deildin hjá kvinnum byrjar 22. mars, og fyrsta avbjóðingin hjá okkara kvinnum verður ímóti føroyameistarunum úr KÍ. Í mun til 5 lið í fjør, so eru 6 lið í kappingini í ár. Nýggja liðið í deildini er NSÍ. Kvinnurnar spæla seinasta
Árligu Stórsteypadystirnir, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri saman við Lions Club, verða spældir á Tórsvølli leygardagin 29. februar. Bæði Betri-kvinnur og -menn spæla ímóti KÍ. Dysturin hjá kvinnunum byrjar kl. 16:00, meðan mennirnir byrja kl. 19:00. Peningurin frá dystunum verður latin til
Christopher Harrington er settur sum venjari hjá Betri kvinnum. Harumframt kemur hann eisini at virka sum høvuðsungdómsvenjari. Christopher er úr Írlandi, og er 32 ára gamal. Seinastu mánaðarnar hevur hann verið venjari hjá B71. Áðrenn hann endaði í Føroyum, var venjari











