betri-kvinnur

Jónvá ársins leikari hjá HB-kvinnunum

Kvinnurnar valdu Jónvá til ársins leikara í 2020. Sara gjørdist nr. 2, og Sunniva nr. 3.   Vanliga verða ársins leikarar í felagnum heiðraðir á ársveitsluni, men sum flestum kunnugt, varð hendan av ongum í 2020 vegna korona.  

Eingir dystir í dag

Dysturin í VFF Cup hjá Betri monnum ímóti ÍF er fyribils útsettur vegnar kava. Somuleiðis er venjingardysturin hjá kvinnunum ímóti NSÍ í Runavík, avlýstur vegna veður.

Úr Gundadali til Stadio Ugo Gobbato

Kára Djurhuus, sum var ein av heilt stóru profilunum hjá kvinnunum í fjør, verður fyribils ikki at síggja í HB-troyggjuni. Hetta tí at hon fegin vildi royna seg uttanlands, og hevur fingið sáttmála við italska felagið Pomigliano, sum spælir í

Nýggjárshugni í HB-húsinum

Nýggjársaftan kl. 14-16 verður árligi nýggjárshugnin í HB-húsinum. Kaffi og te eru á kannuni, og okkurt leskiligt verður eisini at fáa afturvið. Harumframt avdúka vit eisini ársins leikara hjá bæði kvinnum og monnum. Øll eru vælkomin.

Nevnd fyri kvinnufótbóltin í HB

Fyrr í ár varð avgjørt at seta eina serliga nevnd fyri kvinnufótbóltin í HB. Hetta fyri at raðfesta kvinnufótbóltin enn hægri. Nakað sum Fótbóltssamband Føroya eisini hevur meldað út. Vit í HB taka fult undir við at kvinnufótbólturin skal hava hægri

Sterkt venjaratoymi til kvinnurnar

Nú er greitt, hvør skal venja okkara BETRI-kvinnur komandi árini. HB hevur gjørt eina trý ára avtalu við Jan Mølvad Laursen um at standa á odda fyri venjingini. Afturat sær hevur hann John Eystberg sum hjálparvenjara. Hetta er tveir menn

John verður ikki venjari komandi ár

HB og John Petersen, sum síðani í  vár hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum, og seinnu helvt av kappingarárinum eisini venjari hjá okkara Betri kvinnum, eru komin ásamt um, at John ikki verður venjari komandi kappingarár. Hetta árið hevur verið avbjóðandi upp

Sara til Italia at spæla

Ein av profilunum á kvinnuliðnum, Sara Samson Lamhauge, verður fyribils ikki at síggja í HB-troyggjuni. Orsøkin er at hon fer til Italia, har hon skal spæla við Apulia Trenti, ið spælir í Seriu-C. Felagið hevur fylgt Saru síðani 2017, og hava

Kvinnurnar endaðu á 3. plássi

Kvinnurnar tryggjaðu sær bronsumedaljur, tá tær á heimavølli bastu EB/Streymi/Skála. Dysturin endaði 3-1, eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Dysturin var í roynd og veru avgjørdur aftaná 30 minuttir, tá okkara kvinnur vóru á odda 3-0. Málini skutu Ása Stórá Carlsen (2) og Julia

Stórsteypadystur

Stórsteypadysurin hjá kvinnum millum HB og KÍ varð, sum flestum kunnugt, ongantíð avgreiddur, vegna korona.   Ynski hevur allatíð verið at avgreiða hendan dystin, og tí er avgjørt at landskappingardysturin millum HB og KÍ 27. september, samstundis verður ársins stórsteypadystur