Tíðindi

Heini heldur fram

Heini Tausen heldur fram sum venjari hjá okkara í U11-dreingjum í 2021. Fleiri venjarar verða knýttir at U11 seinni. Dreingirnir venja fyribils mána- og mikudag kl. 16.00-17.30 á niðara vølli. Allir dreingir føddir í 2010 og 2011 eru vælkomnir. Meira kunning

Dysturin fluttur til Fuglafjarðar

Hóast Tórsvøllur er ruddaður fyri kava, er hann enn frystur, og tí verður ikki mett ráðiligt at spæla á honum. Tí er dysturin í VFF Cup ímóti ÍF fluttur til Fuglafjarðar, og byrjar kl. 14:30 Mynd: Sverri Egholm, portal.fo

Emma høvuðsvenjari hjá U11-gentum

Tað verður Emma Tormóðardóttir Stóra sum verður høvuðsvenjari hjá U11-gentunum í 2021. Afturat at sær fær hon nakrar hjálparvenjarar, sum verða kunngjørdir seinni. Umframt at vera venjari, kemur hon eisini at hava fyrisitingarliga ábyrgd av U7- og U9-gentum. Hetta merkir ítøkiliga

VFF Cup sunnudagin

Útsetti dysturin í VFF Cup ímóti ÍF verður spældur á Tórsvølli í morgin, sunnudagin 24. januar kl. 13. Mynd: Álvur Haraldsen, in.fo

Jónvá ársins leikari hjá HB-kvinnunum

Kvinnurnar valdu Jónvá til ársins leikara í 2020. Sara gjørdist nr. 2, og Sunniva nr. 3.   Vanliga verða ársins leikarar í felagnum heiðraðir á ársveitsluni, men sum flestum kunnugt, varð hendan av ongum í 2020 vegna korona.  

Eingir dystir í dag

Dysturin í VFF Cup hjá Betri monnum ímóti ÍF er fyribils útsettur vegnar kava. Somuleiðis er venjingardysturin hjá kvinnunum ímóti NSÍ í Runavík, avlýstur vegna veður.

Broytt parkeringsviðurskifti

Nú arbeiðið við nýggja langhylinum í svimjihøllini er byrjað, verður økið runt HB-húsið eitt byggipláss. Komandi tíðina verður nógv stór og tung ferðsla í økinum, serliga fram við vegnum oman til HB-húsið. Hetta ger at tað verður sera trongligt at

Aðalfundur 2021

Kallað verður inn til aðalfund í Havnar Bóltfelag mánadagin 1. februar 2021 kl 20 í HB-húsinum. Skrá sambært lógum felagsins: Frásøgn formansins frá farna árinum Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum Val av roknskapargrannskoðarum Innkomin mál Ymiskt HAVNAR BÓLTFELAG

Úr Gundadali til Stadio Ugo Gobbato

Kára Djurhuus, sum var ein av heilt stóru profilunum hjá kvinnunum í fjør, verður fyribils ikki at síggja í HB-troyggjuni. Hetta tí at hon fegin vildi royna seg uttanlands, og hevur fingið sáttmála við italska felagið Pomigliano, sum spælir í

Ríkin til Íslands

Eftir ætlan skuldi hann venja okkara U21-menn, og vera hjálparvenjari hjá Símun í 1. deild, men mongum brestir ætlan. Tí Ríkin hevur fingið fulltíðar venjarastarv í Íslandi, har hann skal næstbesta og U19-kvinnuliðini hjá felagnum Stjarnan. Fyri Ríkin er hetta