Tíðindi

Stórsteypadystur sunnudagin

Sunnudagin byrjar kappingarárið hjá Betri monnum, tá Tórsvøllur verður karmur um ársins stórsteypadyst. Hesir dystir, ið útvega pening til gott endamál, eru samstundis almenna byrjanin til kappingarárið 2021 Stórsteypadysturin er startskotið til kappingarárið, og verður vanliga leiktur millum Føroyameistararnar og steypavinnararnar.

WAAG stuðlar HB

Bilasølan WAAG er nýggjur stuðul hjá Havnar Bóltfelag. WAAG er bilasøla við framkomnum verkstaði, sum umboðar bilmerkini Hyundai, Mercedes-Benz, Mitsubishi,Dacia og Renault. WAAG hevur seinastu árini ment seg til størstu bilasøluna í landinum. – Vit síggja eitt gott match millum WAAG og

Samuel ársins Ítróttastjørnuskot 2020

Leygarkvøldið 13. februar var Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri á triðja sinni. Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein, og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri lokala ítróttarlívið Tilsamans vórðu

Venjarar settir til U9-gentur

Tað vera Sara Samson Lamhauge og Julia Helena Dal Henriksen sum fara at venja okkara U9-gentur í ár. Tær eru báðar partur av okkara besta kvinnuliðið, og teirra royndir sum leikarar, koma nú okkara ungu gentum til góðar. Afturat teimum er

Tróndur verður málmansvenjari

Tróndur Vatnhamar verður aftur at síggja sum málmansvenjari hjá okkara Betri monnum í 2021. Hann er ikki heilt ókendur í felagnum, bæði sum leikari og málmansvenjari. Í tíðarskeiðnum 2005-2008 spældi hann 45 dystir á okkara besta mansliðið, og var millum annað

Leikskráin klár

Leikskráin hjá Betri monnum fyri kappingarárið 2021 er nú klár. Kappingin byrjar 7. mars, tá silvurvinnararnir frá í fjør, NSÍ, koma á vitjan. Longu vikuna eftir er fyrsta slagið um Havnina á skránni. Á ólavsøku bjóða vit arvafíggindunum úr KÍ vælkomnum

Aðalfundurin avgreiddur

Árligi aðalfundurin var í kvøld, og onkrar broytingar eru í nevndini. Formaðurin seinasta árið, Tormóður Stórá, ynskti ikki at halda fram í nevndini. Ynski var um at víðka nevndina til 7 limir, umframt tveir varalimir. Nevndin skeyt upp at Lars Müller

HB – NSÍ á ovara vølli

Vøllurin við Løkin í Runavík er frystur, og tí er dysturin í VFF Cup millum HB og NSÍ fluttur til Havnar. Hann verður spældur á ovara vølli, fríggjadagin 29. januar kl. 19.00

Samuel í uppskoti til Ársins Ítróttastjørnuskot 2020

Heiðurin verður latin ungum ítróttarfólki, ið veruliga hevur skarað framúr. Og vit kunnu øll vera samd í, at Samuel veruliga fekk sítt gjøgnumbrot í fjør. Í grundgevingini skrivar ÍSF: Samuel Johansen Chukwudi hevur einans 17 ára gamal veruliga gjørt

Teitur ársins HB-leikari

HB-fjepparar valdu Teit til ársins leikara hjá monnunum í 2020. Beint aftanfyri hann kom Heri, meðan Hilmar Leon gjørdist nr. 3. Til lukku tit tríggir.