Vælkomin, Sunday Odeh

Nigerianski Sunday Odeh er 21-ára gamal, og kemur til HB úr samstarvsfelagnum FC Midtjylland, har hann hevur spælt síðani 2018. Áðrenn hetta spældi hann í FC Ebedei í heimlandinum.

Sunday er verjukendur leikari, og dekkar tey flestu verjukendu plássini á vøllinum.

– Við Sunday fáa vit ein góðan leikara í hópin, og nú meta vit at vit eru væl dekkaðir inn á øllum plássum, sigur Jonas í stuttari viðmerking.

Sunday kemur til landið í dag, og skal tí sita í sóttarhaldi næstu 6 dagarnar. Vit frætta meira frá honum, tá hann sleppur úr sóttarhaldinum.