Stórsteypadystur sunnudagin

Sunnudagin byrjar kappingarárið hjá Betri monnum, tá Tórsvøllur verður karmur um ársins stórsteypadyst. Hesir dystir, ið útvega pening til gott endamál, eru samstundis almenna byrjanin til kappingarárið 2021

Stórsteypadysturin er startskotið til kappingarárið, og verður vanliga leiktur millum Føroyameistararnar og steypavinnararnar. Men tá vit, øllum kunnugt, vunnu greipuna í fjør, verður mótstøðuliðið silvurvinnararnir úr NSÍ.

Vit hava spælt ein venjingardyst ímóti NSÍ í ár, og hann endaði við einum greiðum sigri á 7-1. Venjingardystirnir skulu tó takast við fyrivarni, tá hetta var tíðliga á árinum, og bæði liðini royndu seg við nógvum ymiskum spælarum.

Stórsteypadystirnir eru eitt samstarv millum FSF og Lions Club í Føroyum. Dysturin hevur til endamáls at savna inn pening til vælgerandi endamál. Peningurin í ár fer til verkætlanina “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum Blái Krossur Føroya skipar fyri.

Dysturin verður eisini vístur á Rás 1, og tey sum sita heima við hús og hyggja, fáa eisini møguleika at stuðla Bláa Krossi. Undir dystinum kemur kontonummar at kunna síggjast.

Dysturin verður spældur á Tórsvølli sunnudagin 28. februar kl. 16.00.

Mynd: Sverri Egholm, portal.fo