Tíðindi

Kappingarskráin klár

Kappingarskráin fyri Betri deildina hjá monnum er nú kunngjørd. Lagt verður til brots 5. mars, tá vit fara tann stutta teinin út á Argir. Fyrsti heimadystur verður vikuna eftir, tá NSÍ kemur á vitjan, áðrenn grannarnir úr B36 koma á

Klaksvíkingur á odda fyri ungdóminum

Tað verður 41-ára gamli klaksvíkingurin Oddur Olsen, ið kemur at standa á odda fyri menningini av okkara eldru ungdómsleikarum. Umframt at vera ”head of coaching” hjá U15- og U17-dreingjum, kemur hann eisini at virka sum høvuðsvenjari hjá okkara 1. deildarmonnum. Skal

Jens Erik nýggjur ungdómsvenjari

Tað verður ikki eitt heilt ókent andlit, ið kemur at leggja okkara ungdómi lag á komandi árini. Tí Jens Erik Rasmussen verður partur av ungdómsvenjaratoyminum. Hann fer at hava yvirskipaðu ábyrgdina av árgangunum frá U9-U13. Royndur ungdómsvenjari Fyri teir vaksnu HBarnar er

Kunnandi fundur

Týskvøldið 1. februar kl. 19 verður eitt kunnandi tiltak fyri allar HBarar. Nýggi høvuðsvenjarin hjá Betri monnum, Kim Engstrøm, kemur at greiða frá um fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Eisini verður høvuðsvenjarin hjá Betri kvinnum, Jan Laursen, har og kemur somuleiðis at

HB og NB

NB Fysioterapi verður eisini við á bonkinum í 2022, nú avtala er gjørd um at leingja samstarvið. NB Fysioterapi er ein klinikk við nýmótans venjingarútgerð, og einum toymi manna av forvitnum og íðnum fysioterapeutum, sum altíð veita eina dygdar tænastu, við

Samuel til belgiskt toppfelag

Avtala er gjørd millum toppliðið í fremstu belgisku deildini, Royal Union Saint-Gilloise, og HB um Samuel Johansen Chukwudi. Belgiska felagið hevur leingi víst áhuga í Samuel, men ein skaði hevur forðað honum í at fara avstað. Nú er avtala gjørd, um

Ári útleigaður

Ári Arge er útleigaður til 07 Vestur. Leigusáttmálin er galdandi fyri alt kappingarárið. Hann var í fjør útleigaður til EB/Streym, har hann hevði eitt gott kappingarár, og har tað bleiv til 24 dystir í Betri deildini, umframt tveir í steypakappingini. Í

Mads leiðari á Guldminen

Menningarstjórin Mads Løvig gevst í starvinum 1. februar. Hann hevur tikið av einum tilboði, um at gerast skúlaleiðari á ítróttarfrískúlanum Guldminen, sum er eitt samstarv millum FC Midtjylland og ítróttareftirskúlan ISI. Hóast Mads hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, er hetta

Aðalfundur

Ársaðalfundur felagsins verður í HB-húsinum, mánakvøldið 7. februar 2022 kl. 20. Dagsskrá: Frásøgn formansins frá farna árinum Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum Val av roknskapargrannskoðarum Innkomin mál: Uppskot frá nevndini um viðtøkubroyting í sambandi við innkalling til aðalfund, so