Tey, sum ætla sær á Toftir at stuðla Betri monnum sunnudagin, skulu nakað fyrr frá húsum.
Sunnudagin 4. juni eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19 í sambandi við Tórshavn Marathon. Eisini eru bæði Eysturoyar- og Kollafjarðartunnilin stongdir í sambandi við renningina. Hetta merkir, at tey, sum ætla sær á Toftir at stuðla okkara Betri monnum, mugu koyra eftir Oyggjarvegnum.
Dysturin byrjar kl. 16, og Eysturoyartunnilin letur upp aftur kl. 18, so koyrandi er heim aftur tann vegin.
Í yvirlitinum og á kortunum frá Tórshavnar kommunu niðanfyri sært tú, nær vegirnir eru stongdir.
Trýst á myndirnar, fyri at síggja tær í fullari stødd.
Myndir: Tórshavnar kommuna og Wikipedia