Við 3-0 sigri á NSÍ hava U15-genturnar tryggjað sær FM-heitið. Hetta er 17. sigurin av 17 møguligum, og tí kann nærmasti kappingarneytin, FC Hoyvík, ikki fáa tær aftur.
Hesi bæði liðini hava verið í serflokki í ár, og møttust eisini í steypafinaluni. Her drógu okkara eisini longra stráðið, og tí kunnu tær kalla seg greipuvinnarar í ár.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við greipuni.