Tvey ár afturat við Bartal

Okkara verjuskansi, Bartal Wardum, verður at síggja í Gundadali komandi tvey árini, nú partarnir hava longt sáttmálan til og við kappingarárið 2022.

– Eg havi spælt her síðani eg var smádrongur, og tað er í HB at eg føli meg heima, sigur Bartal. Hann gjørdist partur av besta liðnum í 2013, og síðani tá er tað blivið til 184 dystir og 12 mál. So tað er ikki ósannlíkt at hann rundar 200 dystir í næsta ár, hóast hann bert er 23-ára gamal.

– Vit hava haft eitt gott kappingarár higartil, og vónandi kunnu vit gera tað minst líka gott, um ikki betri, í næsta ár. Og tað vil eg fegin vera við til, leggur Bartal afturat.

Berthel er sjálvsagt fegin, nú Bartal framhaldandi verður ein partur av liðnum.

– Eg eri fegin um at Bartal hevur longt sáttmálan við HB. Hóast hann enn er ungur, nærkast hann 200 dystum fyri felagið. So her er talan um ein royndan mann, sigur Berthel.

Bartal er ein spælari sum hevur ment seg ótrúliga nógv seinastu árini. Og tað er venjari okkara samdur í.

– Vit hava øll lagt merki til hvussu Bartal hevur ment seg. Og vit síggja eisini at hann kann mennast enn meira. Nú skal hann taka enn eitt fet, og vísa seg sum ein leiðara. Bæði á og uttanfyri vøllin. Hetta fara vit at arbeiða víðari við, so at Bartal gerst ein enn størri profilur í HB.

Vit ynskja Bartali til lukku við nýggja sáttmálanum.