Tveir ungir við sáttmála

Tveir av okkara ungu og evnaríku leikarar, Jónas Gaard og Jógvan í Skála, hava báðir undirskrivað sín fyrsta yrkissáttmála.

Talan er um tveir spennandi 16-ára gamlar leikarar, sum hava spælt á U17 og U21, umframt at teir báðir vóru í U19-hópinum, sum spældi Youth League í fjør summar.

Nú er teir so vorðnir partur av besta liðnum, og vit fara ivaleyst at síggja meira til teir.