Aftasti skansin síðstu 10 árini hevur í kvøld longt sáttmálan við HB, so at hann nú er galdandi til og við kappingarárið 2023.
Síðani Teitur í 2011 spældi sín fyrsta dyst fyri HB, hevur hann verið fyrstaval millum stengurnar. Og hesi 10 árini er tað blivið til tilsamans 307 dystir á besta liðnum. Sostatt er hann bert ein dyst frá at koma ájavnt við málmannin við flest dystum fyri besta liðið hjá HB, Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur spælt 308 dystir. Og við nýggja sáttmálanum er ríkiligt av tí at taka metið sum tann málmaðurin við flest dystum okkum.
– HB er mítt felag, so tað er heilt natúrligt at leingja sáttmálan, hóast tað enn er eitt ár eftir av verandi sáttmála. Eg havi verið her so leingi, at hetta er blivið mítt annað heim, sigur Teitur.
Metið fyri flest dystir í HB eigur Rúni Nolsøe, sum hevur spælt 348 dystir tilsamans. Men eisini hetta metið er nakað, sum Teitur ætlar sær at taka.
– Eg havi spælt yvir 300 dystir fyri felagið, og met eru altíð stuttlig at hava. Fyrst ætli eg mær at taka metið hjá Kaj Leo, men metið hjá Rúna er eisini í eygsjón, leggur Teitur brosandi afturat.