17-ára gamli Jógvan í Lon hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála. Evnaríki bakkurin var partur av FM-vinnandi U17-liðnum í ár, umframt at hann spældi nakrar dystir í 2. deild. Sáttmálin er galdandi til og við 2027.
Høvuðsvenjarin hjá U17-dreingjunum, Gunnar Nielsen, verður eisini á síðulinjuni hjá dreingjunum í 2026. Gunnar tók við sum venjari hjá U17, saman við Tróndi Jensen, áðrenn kappingarbyrjan. Í fyrri hálvu vóru úrslitini ikki við liðnum, men har vóru glottar at hóma. Eftir summarsteðgin
U16-landsliðið við dreingjum fer á venjingarlegu í Ungarn. Við í ferðalagnum er 15-ára gamli Leon Samuelsen. Vit ynskja honum góða ferð og bestu eydnu í Ungarn.
Nógv landsliðsvirksemi er í løtuni. Eisini U19-landsliðið við gentum er á venjingarlegu, og har eru tær fýra Lý, Silja, Leona og Jakobina við. Vit ynskja teimum góða ferð til Portugal.
Fimm HB’arar eru úttiknir til U15-landsliðið við dreingjum, sum skal til Ungarn seinni í oktober. Teir fimm eru: Regin Tórálvsson Markus Trier Simonsen Baldur Bartalsson Kristjan Róksson Jógvan Linklett Teir fýra fyrst nevndu er á felagsmyndini, meðan Jógvan er á myndini niðanfyri. Til lukku við úttøkuni, og
U17-dreingirnir eru Føroyameistarar 2025. Teir eru farnir ósigraðir ígjøgnum endaspælið, har teir hava vunnið 9 dystir og spælt ein javnan. Meistaraheitið merkir samstundis, at teir skulu luttaka í UEFA Youth League komandi kappingarár. Mynd: Rói Sørensen / HB
Heini og Ejvind eru aftur úttiknir til U21-landsliðið við monnum. Hópurin er neyvt tann sami, sum varð úttikin seinast. U21-landsliðið hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá EM-undankappingina, har teir, aftaná tríggjar dystir, hava fult stigatal. Báðir dystirnir hjá U21-landsliðnum í hesum umfarinum
HB og Leivur Fossdal Guttesen eru komin ásamt um at steðga samstarvinum. Sáttmálin er uppsagdur, og Leivur hevur frítt at finna sær annað felag. Vit takka Leivi fyri avrikini í HB og ynskja honum alt tað besta.
Jógvan Elmarsson Ósá er útleigaður til EB/Streym restina av hesum kappingarárinum. 20-ára gamli miðvallarin hevur spælt 12 dystir á okkara besta liðið og 75 dystir á næstbesta liðnum. Jógvan er uppvaksin í HB, og hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið. Í EB/Streymi
Havnar Bóltfelag søkir eftir venjara at vera partur av venjaratoyminum hjá U15- og U17-dreingjum restina av kappingarárinum 2025. Um starvið: DU15-DU17 toymið er mannað av tveimum høvuðsábyrgdarum. Jákup L. Thomsen hevur ábyrgdina av DU15, og Gunnar Nielsen hevur ábyrgdina av DU17. Harumframt











