Í gjár, mikudagin 23. apríl, vóru okkara U11- og U13-gentur á vitjan hjá FSF, har tær fingu kunning um U17 EM-endaspælið hjá gentum, sum verður í Føroyum 4.-17. mai. Millum tær, sum greiddu frá, vóru eisini okkara Halla, Tóra og Elin,
Lý, Lisa, Fríða, Teresa og Borghild eru í hesum døgum við U19-landsliðnum til EM-undankapping í Moldova. Fyrsti dysturin ímóti vertstjóðini endaði við stórsigri til Føroyar. Heili 7-0! Næsti dystur verður fríggjadagin 4. apríl ímóti Kýpros, og seinasti dysturin á hesum túrinum verður
Í apríl fer føroyska A-landsliðið við kvinnum undir nýggja UEFA Nations League kapping. Fyrstu dystirnir eru á heimavølli ímóti Moldova og Gibraltar, og teir verða spældir ávíkavist 4. og 8. apríl. Millum tær 20, sum eru úttiknar, eru Rúna Jacobsen og
A-landsliðið við kvinnum setur hol á eina nýggja UEFA Nations League kapping um smáar tríggjar vikur. Fyribilsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, hevur sent boð eftir Gunnvá, Rúnu og Fridrikku til dystirnar móti Slovakia og Gibraltar. Báðir dystirnar eru á útivølli. Fríggjadagin 21.
Silas Bjarnason Joensen hevur sett undirskriftina á nýggjan sáttmála, sum bindur hann til felagið til og við kappingarlok 2026. Ungi bakkurin, sum er uppvaksin í felagnum, var tvær ferð á dómaraseðlinum í fjør, tó uttan at verða skiftur inn. Hann vann
U19-landsliðið við kvinnum hevur sett kós ímóti Serbia til EM-undakapping. Í vikuni vóru boð send eftir 17-ára gamlu Lý Gray Djurhuus, sum harvið tekur stigið frá U17 til U19-landsliðið. Frammanundan vóru Fríða M. Jakobsen, Teresa Jacobsen, Lea Tórarenni og Lisa Haraldsen úttiknar.
Tá føroyska U19-landsliðið við kvinnum fer til Serbia at spæla EM-undankapping, vera fýra av okkara kvinnum við. Tær fýra eru Fríða M. Jakobsen, Teresa Jacobsen, Lea Tóraenni og Lisa Haraldsen. Tær eru allar partur av Betri-deildarhópinum hjá kvinnunum. Undankappingin er frá 27.
Eftir eitt gott og sannførandi kappingarár er Ási í dag úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Bakkurin hevur fingið spælitíð í 26 av 27 landskappingardystum í ár, og avrikini hava verið so sannførandi, at fyribils A-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, hevur sent boð
Fýra HB-gentur hava verið á Malta við U15-landsliðnum. Í dag vunnu tær 4-0 á Andorra, har Rakul Madsen skoraði eitt mál. Frá vinstru Rakul Madsen, Lóa Sigrið Dal Christiansen, Elin Hansen, Hanna Thomsen.
Í hesum døgum er føroyska U19-landsliðið við gentum í Estlandi, har tær luttaka í Baltic Cup. Fyrsti dysturin var í dag, og hann var ímóti Litava. Dysturin endaði 1-0 til Føroyar, og einsamalla málið skoraði Fríða Magnusardóttir Jacobsen. Umframt Fríðu eru Teresa











