Gilberto kemur “heim” aftur í Gundadal komandi kappingarár. Hann kemur aftur í tann leiklutin, hann kennir best, nevniliga sum fysiskur venjari hjá Betri-monnum. Eisini fær hann ábyrgdina av at menna ein leist fyri fysiska venjing í øllum felagnum. Umframt at vera fulltíðarvenjari
Aftur í ár kanst tú keypa jólagávuna í HB-húsinum. Her vera m.a. árskort, HB-fjepparalutir og ymiskt heimagjørt til keyps. Sølan er opin soleiðis: Týsdagin 16. des. – kl. 14-18 Mikudagin 17. des. – kl. 14-18 Hósdagin 18. des. – kl. 14-18
Á ársveitsluni fingu Ása, Ári og Rúna handað gullnálir, nú tey hava spælt 100 landskappingardystir fyri HB.
Føroya bestu fótbóltsspælarar vóru heiðraðir til tiltakið “Ársins spælari”, sum var á Hotel Hilton. Tað eru FM1 og Portalurin, sum skipa fyri tiltakinum. Ein heiður fall í okkara, og tað var heiðurin sum “Ársins ungi spælari”, sum Heini vann. Heini hevur
Leygardagin 8. november verður skipað fyri stuðulssúkkling til frama fyri ungdómsdeildina. Súkkla verður í Burn kl. 14-16. Hevur tú hug at súkkla? Ring 552222 Tey, ið ynskja at stuðla, kunnu flyta eina upphædd á konto nr. 9181-156.35.90
Tann 20. september var FM-finaluumfarið hjá Old girls. Innleiðandi til finaluumfarið vóru fýra kappingar við tveimum bólkum. Tvey lið í hvørjum bólki komu viðari. Í A-bólkinum komu 07 vestur og vit vídari. Í B- bólkinum komu KÍ og EB/Streymur víðari. Hesi fýra
Set kross í kalendaran, pussa dansiskógvarnar og finn góða lagið fram. Tí leygarkvøldið 8. november enda vit kappingarárið við einari rimmar veitslu. Veitslan verður í HB-húsinum, og byrjar kl. 19.04. Vit bjóða vælkomudrykk, áðrenn vit fara til borðs, har 3-rætta matskrá
Leygardagin var síðsti dystur hjá 2. deild monnum. Hesin endaði við 11-1 sigri, og harvið eru vit suverenir vinnarar av 2. deild. Uppflyting og 1. pláss var longu tryggjað, og eftir dystin fingu teir handað gullheiðursmerki og steyp. Mynd: FaroeSoccer
Í samband við steypafinaluna leygardagin verður skipað fyri upphiting í HB-húsinum. Tiltakið byrjar kl. 16, tá dyrnar lata upp. Har verður m.a. møguleiki at fáa sær andlitsmáling. Kioskin er opin, og møguleiki verður at keypa sær okkurt at eta, og okkurt











