Stuðulin frá áskoðarunum hevur alt at siga

Stuðulin frá áskoðarunum hevur alt at siga, sigur Teitur m.a. í samrøðu við bolt.fo.

Í kvøld stendur fyrsta evropeiska avbjóðingin í ár fyri framman. Walisiska liðið Newtown AFC kemur á vitjan. Liðið, sum spældi seg í Conference League ígjøgnum play-off dystir, hevur ikki nógvar royndir í evropeiskum kappingum. Hetta er bert fimtu ferð, teir royna seg í altjóða fótbólti.

Mettir sum favorittar

Veddingarfyritøkurnar hava eisini okkum sum favorit til dystin í kvøld. Tað er altíð vandamikið at seta seg sjálvan í favorittleiklutin, so tað lata vit hini um. Vit fara ikki at endurgeva allar tær orðingarnar, sum eftirhondini eru um, hvussu óútrokiligur fótbóltur kann vera, og vit vita, at alt kann henda, um vit ikki fáa okkara spæl at rigga. Tað sóu vit m.a. í 2020 ímóti Glentoran. Mann fyri mann vóru vit nokk eitt sterkari lið enn teir, men teir fingu sítt primitiva spæl at rigga, og vunnu 1-0 á regntunga vøllinum í Belfast.

Og nakað av tí sama kunnu vit vænta í kvøld, tó at vøllurin ikki verður í líka ringum standi.

– Hetta er eitt nokk so typisk bretskt lið, sum spælir við nógvum langum bóltum. Teir brúka nógva orku uppá deyðbóltar. Meira fysikkur og minni polerað tekniskt spæl, sigur Teitur við bolt.fo

Skulu hava áskoðarnar við okkum

Hetta er, sum nevnt, er bretsk lið av gamla slagnum, har langar sendingar, deyðbóltar og fysikkur eru teirra styrkir. Okkara spælistílur liggur langt frá hesum, og tí skulu vit mynda dystin við okkara egna spælið. Hetta krevur at vit fáa fatur á bóltinum, og skulu vera tolnir í okkara uppspælið.

Umframt at mynda dystin á vøllinum, skulu vit eisini hava okkara áskoðarar við. Tí stuðulin frá teimum merkist, leggur størri trýst á mótstøðuliðið, og kann geva okkara spælarum tað eyka, sum skal til, sigur Teitur við bolt.fo.

Tað kann vera ein fyrimunur, at vit byrja á heimavølli. Hetta sóu vit m.a. í fjør, tá vit runnu Buducnost Podgorica um koll á heimavølli, og smurdu teir av 4-0. Lívliga áskoðarafjøldin átti sín stóra leiklut í sigrinum tá.

Vit hava nakrar skaðar at dragast við í løtuni. Høgri bakkurin tykist gandaður, tí bæði Heri og Ási eru úti við skaða, umframt at Hanus, sum hevur røkt høgrabakkin tveir teir seinastu dystirnar, eisini hevur verið skaðadarvaður.

Dysturin verður sum sagt spældur á Ovara vølli í kvøld kl. 19, og atgongumerki verða bert seld í forsølu á atgongumerki.fo. Keyp atgongumerki HER.