Sum onnur feløg í landinum hevur HB fingið skriv frá FSF um leiðreglur fyri útgerð hjá spælarum, har sagt verður, at “útgerð skal ikki hava politisk, átrúnaðarlig ella persónlig herróp, boð ella myndir.”
Hesum tekur HB undir við. Sum ítróttarfelag er HB ein ópolitiskur felagsskapur. Hinvegin vilja vit gera vart við, at stríðið ímóti øllum mismuni ikki er politiskt, men snýr seg um mannarættindi.
Á altjóða leikvøllum hava vit í fleiri ár sæð greiðar útmeldingar frá altjóða fótbóltssamgongunum, sum siga nei til rasismu, og tað tekur HB av fullum huga undir við.
Á sama hátt skal fótbólturin ganga á odda fyri at vera rúmligur og stríðast móti øllum mismuni – tað veri seg vegna húðarlit, átrúnað, kyn ella seksuella sannføring.
Í slíkum málum hava feløgini eina felags søk og felags áhugamál, tí fótbóltur er eitt spæl fyri øll.
Har vit ítróttarliga stríðast móti hvørjum øðrum á leikvøllum, mugu vit saman stríðast fyri grundleggjandi virðum í ítrótti og samfelagnum sum heild.
At virða mannarættindi fyri øll og at berjast móti øllum mismuni er ikki at vera politiskur. Tí vilja vit standa saman við grannunum í B36, sum hevur meldað greitt út í hesum máli.