Enn ein av okkara ungu og evnaríku leikarum hevur skrivað sáttmála. Rani er tann triðji í árganginum 2004, sum gerst sáttmála leikari.
18-ára gamli Rani Wenningsted Sørensen hevur skrivað undir sáttmála til 2024. Rani hevur spælt øll ungdómsárini í HB, og hevur verið eisini verið partur av bæði U15- og U17-landsliðnum. Fyrstu royndina í vaksnamannfótbólti fekk Rani í 2020, tá hann var við frá byrjan í 1. deild ímóti B68. Síðani tá er tað blivið til 46 dystir og 5 mál í deild. Og í ár fekk hann so sínar fyrstu minuttir á besta liðnum, tá hann kom á vøllin seinastu mínuttirnar ímóti AB.
Vit ynskja Rana til lukku við sáttmálanum, og fylgja spent við gongdini.
Rani er sum nevnt tann triðji spælarin í árgangi 2004, sum gerst partur av okkara besta liðið. Hinir báðir eru Áki, sum meira ella minni er blivin fastur maður, og Ejvind. Nevnast kann eisini, at Heini Sørensen, sum nú spælir í FC Midtjylland, eisini er føddur í 2004. Fyri okkara felag hevur tað týdning, at egnir leikarar koma á besta liðið. Men tað skal hart arbeiði og vilji til. Og tað hava hesir, saman við fleiri øðrum, víst at tað lønar seg.
Hagtøl: FaroeSoccer