– Hesir dystirnir eru heilt serligir

Pætur var eitt sindur inni og úti av liðnum í byrjanini av kappingarárinum, men síðani Dali tók við sum venjari, hevur hann veruliga fingið møguleikan. Og hevur tikið av.

Og hann metir, at vit hava møguleika at fáa góð úrslit ímóti Newtown.

– Hetta er eitt gott lutakast fyri okkum, og eg meti at vit hava góðan møguleika at spæla okkum víðari.

Góða gongdin skal halda fram

Síðani Dali bleiv settur sum venjari, hava vit vunnið 6 av 7 dystum, og spælið tykist blíva betri og betri fyri hvønn dyst. Men nú stendur so fyrsta evropeiska uppgávan í ár fyri framman. Og tað er nakað heilt annað.

– Evropeiskir dystir hava nógv at siga. Her kann man vísa seg fram á einum hægri stigi, enn vit eru vanir við í Føroyum. Vit sóu eisini, hvussu stuttligt tað var í fjør at spæla seg víðari. Tað er feitt at spæla dystirnar. Serliga niðri í Montenegro, har vit fingu heimaáskoðararnar við okkum.

Sjálvur hevur Pætur víst gott máltev í Evropa, og hevur skotið 2 ella 3 mál, alt eftir hvønn man spyr.

– Eg havi skotið 2,5 mál í Evropa. Eitt í Linfield og eitt ímóti Buducnost. Og sjálvur haldi eg, at eg eigi útjavnandi málið ímóti HJK Helsinki, hóast Lasse (Andersen) er skrásettur fyri tað, sigur Pætur við eyðkenda smílinum.

– Lagið er gott í hópinum. Vit venja hart og miðvíst, og Dali er greiður í sínum ætlanum. Ætlanum, sum vit allir taka undir við, og kunnu halda okkum til. Vit hava sæð tað í teimum dystunum vit hava spælt, og sjálvur eri eg glaður fyri tað álitið, sum eg havi fingið frá Dali.

Sær møguleikar at koma langt

– Eru vit hepnir við lutakastinum, og raka vit dagin, kunnu vit aftur gera ein vørr í Evropa. Men tá tað er sagt, so eru hesir dystirnir ongantíð lættir. Tað er eitt ørvísi slag av fótbólti, og tað krevur meira av okkum øllum. Bæði á og uttanfyri vøllin. Serliga kann stuðulin frá áskoðarunum gera mun.

Eru væl fyrireikaðir

So skjótt tað var greitt, hvørjum vit kundu møta, fór Dali til verka, og hugdi eftir øllum teimum møguligu mótstøðuliðunum. Og so skjótt sum lutakastið var avgreitt, var so smátt byrja at arbeiða fram ímóti hesum dystinum.

– Dali kendi øll liðini, og tí eru vit væl fyrireikaðir. Vit skulu leggja grundarlagið á heimavølli, har vit ikki hava tapt síðani 2016.

Í fjør var heilt serligt

Tað vóru ikki nógv, ið mettu okkum hava ein møguleika ímóti Buducnost Podgorica. Men trúgvin á egin evnir, og ein ótrúligur stuðul frá áskoðarunum, bar liðið fram á mál.

– Tað vóru nógv fólk í Gundadali, sólin skein og vit trúðu uppá okkum sjálvar. Buducnost vóru greiðir favorittar, men vit spældu okkara spæl, og trúðu alla tíðina uppá møguleikan. Stuðulin frá áskoðarunum var heilt fantastiskur, og tað bar okkum fram á vøllin. Nú vóna at vit fáa sama stuðul hesa ferð. Vit fara í hvussu er at gera okkara á vøllinum, sigur Pætur at enda.