Fara eftir at endurvinna steypið

Aftur í ár standa U15-dreingirnir í steypafinaluni, sum teir vunnu í fjør.

Dreingirir spældu seg í finaluna við einum 3-1 sigri á Skála. Mótstøðuliðið í finaluni er Víkingur, sum vann á 07 Vestur í hálvfinaluni.

Liðini hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini. Fyrra dystin í Gøtu vunnu vit 3-1, meðan liðini samdust um ein 2-2 javnleiki í Gundadali.

Dysturin verður á Tórsvølli, og byrjar kl. 13.00.