Kviki framrættaði Emmanuel Agyeman Duah skiftir til HB úr svenska felagnum AFC Eskilstuna. Hann skal fylla rúmið eftir Adrian, nú hann er farin til Danmarkar og Hillerød at royna seg. Emmanuel er 21-ára gamal, og úr Ghana. Hann kemur sum nevnt
Ein spælari er lagdur afturat hópinum hjá Betri kvinnum til komandi kappingarár. Talan er um 24-ára gomlu Arnóru á Løgmansbø, sum kemur úr 07 Vestur. Arnóra trívist best á verjukenda miðvøllinum, men kann eisini spæla á øðrum defensivum plássum. Hon er
Kallað verður inn til ársaðalfund í Havnar Bóltfelag mikukvøldið 14. februar 2024 kl. 20 í HB húsinum. Dagsskrá: Frásøgn formansins frá farna árinum Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum Val av roknskapargrannskoðarum Innkomin mál Ymiskt Nevndin
Venjingin hjá U5-børnunum er byrjað aftur. Vant verður í Eysturskúlanum mánadag kl.17.00-18.00. Venjari er Jens Erik Rasmussen.
Í vikuskiftinum var innandurakapping í Vági. Kappingin var fyri Old Girls 35+, Old Boys 35+ og Old Boys 45+, og vit høvdu eitt lið í hvørjum 35+ bólki. Vegna stórt mannfall vóru vónirnar hjá Old Girls ikki tær heilt stóru. Gunn
Metmaðurin Mikkel tekur eitt kappingarár afturat í reyðum og svørtum, og hevur undirskrivað sáttmála fyri 2024. Tað var á sumri í 2020 at Mikkel var at síggja í Gundadali fyri fyrstu ferð. Hann gjørdi bart beinanvegin, og skoraði í fyrsta dystinum,
Komandi kappingarár verður leisturin í Betri Deildin hjá kvinnum broyttur. Kappingin verður skipað sum grundspæl og endaspæl. Fótbóltssamband Føroya hevur boðað frá, at landskappingin hjá kvinnum verður skipað ørvísi, enn vit eru von við. Kappingin verður býtt í tvey, við grundspæli
Málmanslegendan Jens Martin Knudsen verður málmansvenjari hjá Betri monnum. Harvið er venjaratoymið hjá monnunum fullsett til komandi kappingarár. Jens Martin er eitt vælkent navn í føroyskum fótbólti. Í nógv ár taldist hann millum bestu málmenn í landinum, og var eisini fyrstaval
Leygardagin 13. januar verður árligi arbeiðs- og ruddingardagurin í HB-húsinum. Vit byrja við morgunmati kl. 10, og fara síðani at rudda, vaska og hampa um, so húsið verður klárt til kappingarbyrjan. Um kvøldið verður borðreitt við góðum mati. Lat teg í tey
Málmaðurin Pætur Róason Jacobsen hevur longt sáttmálan við tveimum árum. Evnaríki málmaðurin hevði eitt hendingarríkt ár í fjør. Hann undirskrivaði sín fyrsta yrkissáttmála, spældi sínar fyrstu minuttir í 1. deild, og endaði árið sum greipuvinnari hjá U17-dreingjum. Nú verður hann framhaldandi partur











