Leygardagin 2. mars verður startskotið til kappingarárið 2024, tá vit bresta saman við KÍ í Stórsteypadystinum. Síðani 2007 hevur verið spælt um Stórsteypið. Av teimum undanfarnu átta Stórsteypadystunum, vit hava verið partur av, hava vit vunnið fýra. Hetta er seinasti dystur
Við sjey uppleggum í fjør var Mathias Voss millum mest álopssinnaðu bakkar í Betri deildini. Og eftir tvey ár í 07 Vestur, verður álopskendi bakkurin at síggja í Gundadali komandi kappingarár. Mathias kom til Føroya í 2022, og skjótt fingu fótbóltsáhugaðir
Í januar var leiguavtala gjørt við Hvidovre, um at vit leiga Elias Rusborg. Kappingin um plássini í miðverjuni er hørð, men stóri og sterki U21-landsliðsspælarin er ikki komin higar at trilla tumlar. Hann vil vinna sær pláss á liðnum. – Eg
Ein nýggjur Justinussen verður at síggja í Betrideildarhópinum, nú Teitur Gunnarson Justinussen hevur gjørt 2-ára sáttmála við barndómsfelagið. Teitur er 18-ára gamal og verður lýstur sum ein evnaríkur og hart arbeiðandi miðvallari við eyga fyri spælinum, og einum góðum skoti. Hann
Lukasz Cieslewicz hevur longt sáttmálan til og við kappingarlok 2026. Við nýggja sáttmálanum verður Lukasz nú fulltíðarvenjari hjá Betri kvinnum. Kappingarárið 2023 gekk betur hjá kvinnunum, enn nógv høvdu spátt. Talan var um eitt sera ungt lið. Hetta var samstundis fyrsta
Ársaðalfundur hevur verið. Roknskapurin fyri 2023 gav avlop, og starvsnevndin er farin úr 5 upp í 7 limir. Formaðurin byrjaði við frásøgn um farna árið. Árið 2023 hilnaðist væl, og vit endaðu árið við at verða mest vinnandi felagið við átta
NB Fysioterapi verður framhaldandi at síggja á síðulinjuni í 2024. Samstarvið millum HB og NB heldur fram á 4. árið. Niklas Reginsson verður leiðandi fysioterapeutur, og afturat sær hevur hann fingið Elias Evensson at taka sær av fysioterapeutiska virkseminum hjá Betri
Nú er tíð at byrja aftur á grøna vøllinum, og verður tað í morgin, týsdagin 13. februar 2024 kl. 17.00 Fyrstu vikurnar verður bert ein útivenjing, inntil hondbólturin er liðugur í mars mánað. Tó hava genturnar møguleikan at venja
Rúna, Ása, Fridrikka og Sunniva eru aftur úttiknar til A-landsliðið hjá kvinnum, sum seinni í februar skal spæla venjingardystir ímóti Malta og Albania. Føroyska kvinnulandsliðið fer seinni í februar til Malta, har tveir venjingardystir eru á skránni. Dystirnir eru ímóti Malta
Ungi málverjin Rasmus Nilsson legst afturat hópinum. Hann er uppvaksin í Danmark, har hann hevur spælt við Hvidovre og seinast Frem. Rasmus hevur føroysk ættarbond, og hevur verið partur av føroysku U19- og 21-landsliðunum. Hann hevur ongantíð áður spælt í føroyskum











