Tað verða tveir gamlir kenningar í felagnum, sum fara at venja okkara elstu dreingir komandi kappingarár. Talan er um Símun Eliasen og Jan Dam, sum báðir hava spælt á okkara besta liðið, umframt at teir eisini fyrr hava haft venjaraleiklutir í
Leygardagin 6. januar 2024 far U11-dreingirnir at savna fløskur inn til uttanlandsferð. Um tit hava fløskur at lata, kunnu tit ringja á 786663, 211125 ella 792222.
Leygardagin 20. januar verður fyrsta umfar í árligu kappingini hjá Venjarafelag Føroya, VFF Cup. Lagt verður fyri í Fuglafirði ímóti ÍF. Vikuskiftið eftir taka vit ímóti Víkingi á heimavølli. Síðani koma tveir dystir á útvølli ímóti ávíkavist NSÍ, EB/Streymi, áðrenn vit
Ein gamal kenningur er aftur sum málmansvenjari hjá Betri kvinnum. Rói Jacobsen er settur sum málmanvenjari hjá kvinnunum. Rói var eisini málmansvenjari í 2021, og er sostatt aftur í kendum leikluti. Venjaratoymið við Lukasz, Eyðstein og Róa er nú fullsett, og fyrireikingarnar
Sáttmálin er longdur við tveimum árum, og Oddur fær komandi ár ein nýggja leiklut. Oddur skal framhaldandi standa á odda fyri menningini av okkara eldru ungdómsleikarum. Umframt at vera ”head of coaching” hjá U15- og U17-dreingjum, verður hann eisini høvuðsvenjari hjá
Hann tekur ein steðg frá fótbóltinum, og verður ístaðin at síggja á síðulinjuni í 2024, har hann verður høvuðsvenjari hjá U15-dreingjunum. Jákup hevur fyri stuttum verið undir skurðviðgerð í knænum. Ein skaði, sum hevur plágað hann síðani 2019. Skurðviðgerðin gekk væl,
Nýggjársaftan kl. 14-16 verður nýggjárshugni í HB-húsinum. Kom og fá eitt gott prát við aðrar HBarar um árið, ið fór, og tað sum kemur. Og sjálvandi verður kaffi, vaflur og annað gott at fáa. Vit minna á, at fýrverkssølan er stongd
Í kvøld var eykaaðalfundur hildin í felagnum. Á skránni var umskipan av eigaraviðurskiftunum í HB-húsinum. Fundurin samtykti einmælt at gera eitt ognarfelag, sum skal eiga og reka HB-húsið. Virksemið í HB-húsinum heldur fram óbroytt, og eru vit í HB sera fegin
Aftur í ár selja vit fýrverk í HB-húsinum. Fýrverkssølan er opin hesar tíðir: Hósdag 28. desember kl. 13-20 Fríggjadag 29. desember kl. 13-20 Leygardag 30. desember kl. 10-20 Nýggjársaftan er stongt.
Miðvallarin hevur undirskrivað nýggjan sáttmála, galdandi til og við 2025. Heðin spældi fyrstu ferð við HB í 2017. Síðani var hann hann aftur í Víkingi fram til 2020, tá hann vendi nøsina aftur í Gundadal. Higartil er tað blivið til 128 dystir











