Tíðindi

Andrass Henriksen skrivar sáttmála

17-ára gamli Andrass Henriksen hevur undirskrivað 2-ára sáttmála. Andrass, sum er miðverji, er uppvaksin í felagnum, og hevur spælt á øllum ungdómsliðum, umframt at hann eisini hevur spælt nakrar dystir í 1. deild. Harumframt hevur hann eisini umboðað føroyska U17-landsliðið. Vit ynskja

Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur verður hóskvøldið 28. des. 2023 kl. 20 í HB-húsinum. Umskipa eigaraviðurskiftini í HB-Húsinum. Nevndarval. Ymiskt. Nevndin

Samba í HB

Mohamed Samba verður HB’ari komandi tvey árini. Samba kann spæla á flestu framrættaðu plássunum, men trívist best, sambært egnari útsøgn, á vonginum. Síðani 2022 hevur hann spælt í B68, har tað bleiv til 47 dystir og 11 mál. Vit bjóða Samba vælkomnum

Gunnvá aftur í málinum

Eftir nøkur ár uttanlands verður Gunnvá Lützen aftur at síggja í HB-málinum í 2024. Hon var bert 15-ára gomul, tá hon fekk sín fyrsta dyst í Betri deildini í 2020. Árið eftir var hon fyrstaval millum stengurnar, áðrenn hon fór uttanlands

Fyrsti sáttmálin hjá Balduri

17-ára gamli Baldur Niclasen hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála við barndómsfelagið. Hann verður lýstur sum ein leikari á høgum tekniskum stigi og góðum spælskili. Harumframt er hann djarvur og arbeiðir altíð hart. Vit ynskja honum til lukku við sáttmálanum.

Ári tvey ár afturat

Vinstribakkurin hevur longt sáttmálan, so partarnir nú hava pappír uppá hvønn annan til og við 2025. Ári er uppvaksin í HB, og hevur í Føroyum bara umboðað barndómsfelagið. Sum ungur fór Ári niður til Danmarkar at spæla við Silkeborg. Har spældi

Ási hevur longt sáttmálan

Vinstri bakkurin hevur undirskrivað nýggjan sáttmála fyri 2024. Ási var útleigaður til 07 Vestur í seinnu hálvu, har hann vann sær fast pláss á liðnum beinanvegin. Hann varð eisini úttikin til U21-landsliðið.

Venjaratoymi sett

Italiumaðurin Adolfo Sormani verður høvuðsvenjari hjá okkara besta mansliðið. Afturat sær hevur hann Giovanni Mazella og Gilberto Voltolina, sum verða ávíkavist hjálparvenjari og fysiskur venjari. Adolfo Sormani er 58-ára gamal, og hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur verið ungdómsvenjari í

Samuel til royndarvenjing

Komandi dagarnar verður Samuel staddur í Svøríki, har venja við svenska felagnum IFK Göteborg. Ætlanin er eisini, at hann skal spæla við í venjingardysti ímóti norska Fredrikstad. Venjari hjá IFK er okkara fyrrverandi venjari Jens Berthel Askou. Mynd: Mike Hendrickson

Magnus heima aftur

Eftir nøkur ár í útlegd, vendir 23-ára gamli miðavallarin, Magnus Holm Jacobsen, kósina heim aftur í norðara part av Gundadali. Magnus spældi ein stóran part av sínum ungdómsárum í HB, áðrenn hann skifti til grannarnar fyri sunnan. Her beit hann seg