Fótbóltsskúli við Stórá

Aftur í 2023 verður vælumtókti Fótbóltsskúlin við Stórá, sum TB skipar fyri. Høvuðsvenjari verður aftur Craig Dean. Ætlanin er eisini, at eitt umboð afturat frá Leeds United kemur við honum.

Fótbóltsskúlin við Stórá 2023 verður í døgunum 9. – 11. august.

  • Ónsdagur 9. august: ​kl. 09.00-15.00
  • Tórsdagur 10. august: ​kl. 09.00-15.00 ​
  • Undirhald/diskotek kl. 19.00-22.00
  • Fríggjadag 11. august:​kl. 09.00-14.00
  • Hugnaløta/prógvhandan kl. 14.30

Tað hevur verið útselt seinastu árini, og fyri at tryggja at allir luttakarir skulu fáa eina so góða uppliving sum gjørligt, hava vit valt at avmarka talið av luttakarum til 150 luttakarar.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum til Fótbóltsskúlan við Stórá í 2023.

Luttøkugjaldið, sum er bindandi, er kr. 850,-

Sum undanfarin ár fáa allir luttakarir ein luttøkupakka. Innihaldið í luttøkupakkanum verður kunngjørt seinni. Eisini fáa allir luttakarir luttøkuprógv á hugnaligari samkomu, tá fótbóltsskúlin endar.

Vinarliga flyt peningin á konto 6460-1754167 og viðmerk navn og føðingardag á luttakaranum.

Send síðani ein teldupost til fotboltsskulin@tb.fo við upplýsingum um:

  • Navn á luttakara
  • Føðingardag (dd-mm-áááá)
  • Stødd á luttakaratroyggju (troyggjan er av merkinum Joma) Støddirnar á Jomatroyggjunum eita 6, 8, 10, 12, 14, S, M, L og XL osv.

Freistin at melda til er 01.06.2023, men minnist til at avmarkað pláss er!

Okur gleða okum til at síggja tykum.