betri-menn

Hanus aftur í Gundadali

Hanus Sørensen verður aftur at síggja í Gundadali, eftir at vit hava gjørt leiguavtalu við felag hansara, Middelfart BK. Sum 15-ára gamal fór Hanus, sum so mangir aðrir HBarar, til Danmarkar at royna eydnuna, tá boð vóru eftir honum í FC

Heðin hevur longt sáttmálan

Heðin verður verandi reyður og svartur eina løtu afturat. Hetta er greitt, eftir at hann hevur sett undirskriftina á ein nýggjan sáttmála, sum bindur hann til kappingarlok 2023. – Tá eg kom aftur til HB áðrenn kappingarbyrjan í fjør, var hópurin

Dan hevur brotið fótin

Tá ein góður hálvur tími var spældur ímóti Víkingi, varð Dan skiftur út við skaða. Hann fór haltandi av vøllinum, og boðini eru tíverri, at tað er eitt brot í høgra fóti. Í fyrstu atløgu skal hann hava stuðulsstivla á fótinum

Lutakast til 1. umfar

Hóast undankappingin til Champions League ikki er spæld enn, var lutakast til 1. umfar í dag. Og um vit megna at spæla okkum víðari úr undankappingini, verður næsta mótsstøðuliðið meistararnir úr Ungarn, Ferencváros. Ferncváros er úr ungarska høvuðsstaðnum Budapest, og telist

Vælkomin aftur í Gundadal

Hóast vit eru flutt heim aftur á Ovara vøll, hava vit enn nøkur korona tilmæli at taka hædd fyri. Gundadalur er tí býttur í fimm øki, við avmarkaðum plássum. Økini eru: Øki 1: HB-húsið Øki 2: Vestara skýlið, norður Øki 3: Vestara skýlið,

Leiðin gongur til Albania

Nú er greitt at dystirnir í Champions League undankappingini, skulu spælast í Albania. Hálvfinalan verður spæld á Niko Dovana Stadium í býnum Durrës, týskvøldið 22. juni kl. 20 lokala tíð (19 føroyska tíð). Ein møgulig finala verður spæld Elbasan Arena í Elbasan,

Lutakast í Champions League

Lutakastið til hálvfinalurnar í Champions League undankappingini hevur júst verið, og okkara mótstøðulið verður Inter Club d’Escaldes úr Andorra. Eftir ætlan skuldi øll undankappingin spælast í Føroyum, men í síðstu viku tók UEFA avgerð um at flyta kappingina, vegna føroysku krøvini

Einki Champions League í Føroyum

Undankappingin í Champions League, sum vit skuldu vera vertir fyri, verður kortini av ongum. Orsøkin er, at UEFA metir at reglugerðirnar í samband við sóttarhaldi í Føroyum eru ov strangar. Fyri okkum, og føroyskan fótbólt, er hetta ein smeitur. Tí hetta

Eingir dystir komandi vikuna

Vegna koronastøðuna í løtuni hevur Fótbóltssambandið gjørt av at útseta allar dystir í lands- og steypakappingunum. Hetta er galdandi fyri teir dystir sum skuldu spælast til og við hósdagin 10. juni. Fyri okkum merkir hetta at landskappingardysturin hjá kvinnunum ímóti B36,

Lutakast í steypakappingini

Lutakast hevur verið til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Megna vit at spæla okkum víðari ímóti B71, verður hálvfinalan, eins og í fjør, ímóti NSÍ. Korona ávirkaði eisini steypakappingina í fjør, og tí var bert ein hálvfinala. Hon bleiv spæld á uttanveltaðum