betri-menn

Krav um koronupass

Við Løkin er neyðugt at vísa koronapass ella negativa test (ikki eldri enn 72 tímar) við dyrnar. Atgongumerkir kunnu keypast í kioskini, og til ber at gjalda við gjaldskorti. Skýlið verður býtt í 2 økir, har HB-viðhaldsfólk sita í suður endanum. Vegleiðing um

Steypadysturin aftur útsettur

Fyri aðru ferð verður hálvfinalan ímóti NSÍ flutt. Kavi og frost gera, at tað ikki verður mett at tað er spælandi sunnudagin, og tí er dysturin fluttur til mánakvøldið 29. november kl. 18. Tá so langt er liðið út á árið,

Hálvfinala í steypakappingini

Eftir ein longri landsliðssteðg, seta vit nú endaspurtin inn í kappingini um Løgmanssteypið. Sunnudagin verður fyrra hálvfinalan ímóti NSÍ. Dystur verður á Tórsvølli, og byrjar kl. 15.00. Hetta er sostatt ein endurtøka av hálvfinaluni í fjør. Tá var tó talan um

Tvey ár afturat við Hørði

Hørður hevur longt sáttmálan við HB, so hann nú er galdandi í tvey ár afturat. – Eg trívist øgiliga væl í HB, og haldi at umhvørvið í felagnum er gott. Eg havi ambitiónir um at vinna, so hettar er tað rætta

HB best umboðað á landsliðnum

Til komandi A-landsdystirnar hjá monnum hevur landsliðsvenjarin Håkan Ericson sent boð eftir Teiti, Daniel, Bartal, Hørði, Heðin og René. Dystirnir eru báðir á útivølli ímóti Danmark og Ísrael ávíkavist 12. og 15. november. Mynd: FSF

Lukas aftur á U21-landsliðnum

Í oktober skal føroyska U21-landsliðið spæla tveir dystir. Og til teir dystirnar eru fýra HBarar úttiknir. Bjarti, Stefan og Áki vóru allir við seinast, og umframt teir er hesa ferð eisini pláss fyri Lukas. Lukas hevur verið illa darvaður av skaða,

Fýra HBarar á landsliðnum

Landsliðsvenjararnir Håkan Ericson og Eli Hentze hava úttikið hópin til komandi HM-undankappingardystirnar ímóti Eysturríki og Skotlandi. Og millum teir úttiknu hesa ferð eru Teitur, Heri, Hørður og René. Teir vóru allir við í seinasta landsliðshópi. Dystirnir verða báðir á heimavølli, og

Dysturin verður mánadagin

Stutt áðrenn dystarbyrjan hjá Betri monnum leygardagin, metti dómarin at vegna ov nógv vatn á vøllinum, var ikki ráðiligt at spæla dystin. Dysturin var tí av ongum. Men nú er greitt, at dysturin verður spældur í morgin, mánadagin 27. september, kl.

Framskundaðir dystir

Vegna serligar umstøður, eru dystirnir hjá Betri og 1. deild monnum hetta vikuskiftið framskundaðir. Dysturin í Betri deildini ímóti TB í Trongisvági er framskundaður til leygardagin 25. september kl. 15.30, meðan dysturin í 1. deildi ímóti NSÍ verður fríggjakvøldið 24. september