Heri og Daniel fingu sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum, tá teir eitt vóru skiftir inn í dystinum ímóti Ísrael, tá tað restaði eitt gott korter. René byrjaði inni, og spældi allar 90 minuttirnar. Teitur og Hørður vóru á bonkinum allan dystin.
Hørður Askham hevur fingið landsliðsboð til komandi landsdystirnar ímóti Ísrael, Danmark og Moldova, eftir at Rógvi Baldvinsson hevur givið avboð vegna skaða. Harvið legst hann afturat hinum HBarunum, Teiti, René og Hera. Hørður hevur verið partur av landsliðshópinum fyrr, har tað higartil
Føroyska U21-landsliðið við monnum skal í næstum spæla tveir dystir í EM-undankappingini. Og millum teir 21 spælararnar sum eru úttiknir, eru 4 úr HB. Teir eru Stefan, Áki, Ási og Bjarti. Stefan hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum seinastu tvey árini,
Føroyska A-landsliðið, sum skal spæla tríggjar dystir fyrst í september, bleiv úttikið í dag. Og millum teir úttiknu hesa ferð eru Heri, René og Teitur. Vit ynskja teimum til lukku við úttøkuni og bestu eydnu í komandi landsdystunum.
Í gjár var tíðindafundur undan Conference League dystinum ímóti Maccabi Haifa, har tíðindafólk høvdu møguleika at seta Kevin og Teiti spurningar. Ein partur av prátinum snúði seg um hitan og umstøðurnar, sum jú eru nakað øðrvísi enn tað, vit eru von
Conference League dysturin ímóti Maccabi Haifa verður stroymdur. Avtala er gjørd við eysturrísku netítróttarásina Laola1 um at vísa dystin. Dysturin verður spældur hóskvøldið 5. august kl. 18, og kann stroymast HER
Hósdagin 12. august kl. 19.45 spæla vit returdystin í Conference League ímóti Maccabi Haifa Dysturin verður á Tórsvølli, og atgongumerkini verða bert seld í forsølu á netinum. Atgongumerkini kunnu keypast HER.
Allan Dybczak verður partur av venjaratoyminum hjá Betri monnum, har hann kemur at hava høvuðsábyrgdina saman við Kevin Schindler. Mikkel Richardt Mortensen verður hjálparvenjari. Restin av venjaratoyminum hjá Betri monnum verður óbroytt.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt fleiri broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum, og í steypakappingini. Broytingarnar koma m.a. av koronasteðginum og evropeisku dystunum hjá okkum. Heimadysturin ímóti KÍ, sum eftir ætlan skuldi spælast ólavsøkudag, verður spældur mikudagin 20. oktober.
Televarpið vísur Conference League dystin ímóti Budućnost Podgorica. Dysturin verður vístur ókeypis á Rás 1, og kann eisini stroymast HER.











