Avtala er gjørd danan Kim Engstrøm, um at verða høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum komandi trý árini. Kim er 42-ára gamal, og hevur hægstu venjaraútbúgving – UEFA Pro Licence. Síðani 2016 hevur Kim verið venjari hjá U19-liðnum hjá OB, sum hann
Hjálparvenjarin hjá Betri-monnum seinastu tvey árini, Kevin Schindler, gevst nú í felagnum. Kevin kom til felagið í 2020, har hann var hjálparvenjari hjá Jens Berthel Askou. Hesum leiklutinum helt hann fram í undir Jonas Dal Andersen, og eftir at Jonas og
Árliga kappingingin hjá Venjarafelag Føroya, VFF Cup, fer av bakkastokki leygardagin 15. januar. Okkara fyrsti dystur verður á útivølli ímóti B68. Vikuskiftið eftir gongur túrurin inn á Skála, áðrenn vit spæla tríggjar dystir á rað í Gundadali, har tann eini tó
Vit hyggja frameftir, og hugsavna okkum um Ári ið kemur, heldur enn árið ið fór. Og sjálvt um tey flestu goyma tað stóra krútið til á miðnátt, velja vit at bresta okkara eitt sindur fyrr. Tí eftir 4 ár í
Tveir av okkara ungu og evnaríku leikarum, Áki og Ási, hava báðir longt sáttmálan til og við kappingarlok 2023. Báðir hava verið partur av Betri-hópinum í gott tvey ár, og nú vilja teir hava enn meir. Tí báðir siga við ein
Eftir eitt ár í útlegd, er Tróndur aftur har hann hoyrir heima. Nevniliga í Gundadali. Og tað er sjálvsagt nærliggjandi at spyrja hann, hvussu tað kennist at vera aftur í reyða og svarta búnanum – Tað er gott. Tað er her, eg
Fyrr í ár høvdu vit tríggjar starvsnæmingar. Tað vóru tær tríggjar Astrid, Emily og Louise, sum allar lesa til fysioterapeut í Århus, ið valdu at brúka sína starvsvenjing hjá okkum. Tær seks vikurnar tær vóru her, arbeiddu tær m.a. tætt
Tólv heiðursmerki tilsamans, býtt á sjey gull, fýra silvur og eina bronsu. Tað gjørdist medaljuúrtøkan hjá okkum í ár. Harvið gjørdust vit mest vinnandi felagið í Føroyum í 2021. Heiðursmerkini eru býtt soleiðis: Gull Landskapping: 1. deild kvinnur, U15-gentur og U13-dreingir Steypakapping: U18-gentur, U15-gentur,
Áleyparin, ið veruliga vísti síni evni ímóti kappingarenda, hevur nú longt sáttmálan til og við kappingarárið 2023. Jákup hevur verið nógv darvaður av skaðum seinastu tvey árini, men í seinnu hálvu í júst farna kappingarárið sóu vit veruliga hvat býr í
Bert ein dystur stendur ímillum okkum og eina møguliga steypafinalu. Fyrri dysturin á Tórsvølli endaði við javnleiki 2-2, so enn er alt opið, hóast NSÍ hevur lítlan fyrimun. Men hjá okkum er setningurin greiður: Dysturin skal vinnast. – Fyrst og fremst hopi











