Tað var ein eitt sindur buldralig tíð, tá Dali tók við starvinum sum høvuðsvenjari. Kim Engstrøm var júst sagdur úr starvi, og Dali hevði bert fáar dagar, áðrenn hann bleiv tveittur fyri leyvurnar. Og hóast hann bleiv tveittur beint í
Sterki miðverjin fer í gongd við sítt 11. kappingarár sum partur av okkara besta mansliðið. Hóast hann bert er 25-ára gamal, fer Bartal í gongd við sítt 11. kappingarár ár á okkara besta mansliðið. Hann var bert 16 ár og 9
HB-fjepparar hava valt Pætur J. Petersen til ársins HB-leikara hjá monnum. Pætur hevur haft eitt framúr kappingarár, har tað bleiv til 10 mál í landskappingini, 3 í steypakappingini og 1 í Conference League. Vit ynskja Pæturi til lukku.
Á ársveitsluni vóru fimm gullnálir handaðar. Á spælarasíðuni fingu Dan í Soylu, Daniel Johansen, Ása á Reynatúgvu og Jónvá Hentze gullnálir fyri at hava spælt yvir 100 landskappingardystir á besta liðið felagsins. Jóannes Mouritsen fekk eisini handað gullnál fyri 10-ára nevndararbeiði. Til
Danin Matthias Præst Nielsen spælir komandi ár í reyðum og svørtum. Avtala er gjørd við AB um, at vit keypa 22-ára gamla danan leysan úr sáttmálanum.Keypsupphæddin verður ikki upplýst. Matthias er miðvallari og hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Vejle. Í 2018
Dalibor Savic hevur longt sáttmálan til og við kappingarlok 2024, og heldur sostatt fram sum høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum. Avtala er eisini gjørd við Petter Skogsletten, fysiskan venjara, um at hann somuleiðis heldur fram komandi tvey árini. Vit fegnast um at Dali
21-ára gamli málmaðurin hevur longt sáttmálan, so hann nú er galdandi til og við 2023. Hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan málmann. Hann nærkast 100 dystum í 1. deild, og hevur spælt 14 dystir í Betri deildini. Harumframt
Í kvøld kl. 19 verður seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið ímóti Víkingi. Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 2-2, so alt er púra opið í kvøld. Fyrra hálvfinalan hevði alt, sum ein slíkur dystur skal hava. Undirhald, spenning og drama. Víkingur
Áhaldandi trupulleikar við skaða gera, at Gustav Kjeldsen gevst í felagnum, og flytur aftur til Danmarkar. Samarbeiðið er steðgað í sátt og semju, og Gustav vildi fegin sleppa til Danmarkar, soleiðis at hann kann hugsavna seg um at gerast skaðafríur, og
Eftir at Helmand boðaði frá, at hann gavst í felagnum, var beinanvegin farið at leita eftir einum avloysara. Hann er longu funnin, og er byrjaður í starvinum sum kropsligur venjari hjá Betri monnum. Talan er um 29-ára gamla norðmannin Petter Skogsletten,











