betri-kvinnur

Spæla í Puma til 2026

Eftir at hava spælt í Adidas klæðum síðani 2019, hava vit í ár skift klædnaveitara, so at vit komandi 4 árini fara at spæla í Puma. Hetta merkir, at øll liðini í felagnum fáa nýggj spælaraklæðir. Puma er ikki ókent í

Tríggjar á landsliðnum

A-landsliðið við kvinnum skal spæla tveir venjingardystir ímóti Luksemborg í apríl. Til hesar báðar dystirnar hevur Svenn Olsen, sum er virkandi landsliðsvenjari hjá kvinnunum, tikið 22 spælarar út, har millum tríggjar úr HB. Tær eru Sarita Maria Mittfoss, Ása Stórá Carlsen

Eingir dystir í vikuskiftinum

Vegna kava eru allir dystirnir komandi vikuskifti fluttir til onnur tíðspunkt. Tað merkir, at fylgjandi dystir verða spældir soleiðis: Betri menn, TB-HB, fluttur til 12. apríl Betri kvinnur, B36-HB, fluttur til 3. mai 1. deild menn, EB/Streymur-HB, fluttur til 11. apríl U21 menn, HB-AB, fluttur

Leggja til brots sunnudagin

Um veðrið vil, verður Betri deildin hjá kvinnum sparkað í gongd í vikuskiftinum. Vit byrja á “útivølli” ímóti B36. Okkara kvinnur endaðu á triðja plássi í fjør, og komu eisini í steypafinaluna, sum tíverri bleiv tapt sera tepurt ímóti KÍ. Nakrar broytingar

Best umboðaðar á WU17-landsliðnum

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til WU17 landsliðið, sum skal spæla EM undankapping í Litava síðst í mars. 18 spælarar eru við í hópinum, og millum teirra eru fimm úr HB. Tær eru: Lea Tórarenni Johannesen Fríða Magnusardóttir Jakobsen Teresa Jacobsen Astrid Poula Mittfoss Borghild

John Petersen hjálparvenjari

Tað verður 50-ára gamli fyrrverandi málrevurin, John Petersen, sum kemur at standa undir liðini á Lukasz Cieslwicz hjá Betri kvinnum. Tey flestu kenna John sum ein av vandamiklastu áleyparunum í føroyskum fótbólti, har tað tilsamans bleiv til 147 mál í 192

NB Fysioterapi við í 2023

Síðstu tvey árini hava vit samstarva við NB Fysioterapi, og soleiðis verður eisini í 2023, nú avtala er gjørd um at leingja samstarvið. Tað verður, eins og í 2022, Niklas Reginsson, sum fer at taka sær av fysioterapeutiska virkseminum í

Kvinnurnar byrja við grannauppgerð

Sunnudagin 12. mars verður fyrsta umfar í Betri deildini hjá kvinnum. Byrjað verður við einum ordiligum braki, tá kvinnurnar fara “á vitjan” hjá B36. Síðsta umfar verður spælt leygardagin 14. oktober, tá KÍ kemur á vitjan. Fyrireikingarnar til kappingarárið eru farnar í

Høvuðsvenjari hjá kvinnum settur

Tað verður 35-ára gamli póllendingurin Lukasz Cieslewicz sum fer at standa á odda fyri okkara Betri kvinnum. Avtala er gjørd við hann um at verða høvuðsvenjari komandi tvey árini. Sum hjálparvenjara hevur Lukasz fingið ein garvaðan HBara, nevniliga Óla Hendrik av

Eyðvør fingið A-venjaraprógv

12 venjarar hava fingið handa A-venjaraprógv frá FSF. Millum teirra var okkara Eyðvør. Hon er tann næsta kvinnan, ið fær A-venjaraprógv frá FSF, og tann einasta við galdandi prógvi. A-venjaraútbúgvingin tekur hálvt annað ár. Undir útbúgvingini eru nógvir venjingartímar, frálærutímar og